Neistin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Neistin vann steypafinaluna hjá kvinnum 9. februar 2013 móti VB. Tær vunnu 27-24. Á myndini sæst Rakul Augustinussen við steypinum.
Neistin í Sunsetdeildini í dysti móti VB 6. mars 2011 í Vágshøll. Neistin vann dystin 33-26.
Neistin - VB dreingir 16 ár í Vágshøll í desember 2011.

Hondbóltsfelagið Neistin í Havn varð stovnað 21. mars 1931. Í apríl 2011 vunnu bæði mans- og kvinnuliðini hjá Neistanum føroyameistaraheitið. Tað ver fyrstu ferð síðan 1978, at bæði liðini hjá Neistanum vunnu føroyameistaraheitið sama kappingarár.[1] Í februar 2013 vunnu kvinnurnar hjá Neistanum steypakappingina.[2]

Steypavinnarar[rætta | rætta wikitekst]

Steypakappingin í hondbólti hevur verið fyriskipað í Føroyum síðan 1985 fyri menn og síðan1987 fyri kvinnur. Neistin hevur vunnið steypakappingina fleiri ferðir, bæði hjá kvinnum og monnum.

Neistin kvinnur í Steypakappingini[rætta | rætta wikitekst]

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 12 ferðir: 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 2006 og 2012.[3]

Neistin menn í Steypakappingini[rætta | rætta wikitekst]

Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 6 ferðir: 1992, 1994, 2009, 2010, 2011 og 2012.[4]

Føroyameistarar[rætta | rætta wikitekst]

Neistin kvinnur í FM[rætta | rætta wikitekst]

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 38 ferðir: 1943, 1946, 1948, 1952, 1953, 1954, 1955, 1956, 1957, 1959, 1966, 1967, 1969, 1970, 1971, 1972, 1973, 1974, 1975, 1978, 1979, 1980, 1982, 1983, 1984, 1985, 1986, 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 2011 og 2012.[5]

Neistin menn í FM[rætta | rætta wikitekst]

Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 8 ferðir: 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011.[6]

Neistin fyrsta føroyska hondbóltsfelag sum kom víðari í Europa[rætta | rætta wikitekst]

Í 2011 spældi Neistin tveir altjóða dystir móti A C Latsia frá Kypros. Fyrri dysturin varð leiktur á Kypros 4. september 2011, Neistin vann tann dystin 17-30. Seinni dysturin varð leiktur í Høllini á Nabb hin 11. september 2011. Neistin vann heimadystin 37-25. Í alt var úrslitið: Neistin – A.C. Latsia 67 – 42 (37-25) (30-17). Næsta liðið, ið Neistin skal spæla ímóti verður Madeira, sum var nummar tvey í portugisisku deildini í 2010.[7] Teir sum vóru við í hópinum tá teir leiktu útidystin vóru hesir: Eirikur Magnussen, Bogi Henriksen, Jugoslav Djumich, Andrias Nielsen, Heini Hanusarson, Sjúrður K. Thomassen, Guðfinnur Thorsteinsson, Carl Herup Olsen, Finnur Hansson, Eddie Joensen, Áki Mørk, Teitur Magnusson, Rósing Rasmussen, Josef Abrahamsen, Ári Dam, Bartal T. Kamban og Jón Ludvig.[8]

Hópurin hjá Neistanum í Sunsetdeildini (kvinnur) 2012/13[rætta | rætta wikitekst]

Venjari hjá Neistakvinnum í Sunsetdeildini eru Kári Horn, hjálparvenjari er Jákup Hanusson. (Plássini niðanfyri eru tilvildarlig uttan hjá málmonnunum, hetta tí at fyrimyndin til talvuna er úr fótbóltinum, og tað er ringt at finna útav, hvør ið leikar sum verjuleikari og hvør sum álopsleikari í hondbólti).

No. Pláss Leikari
1 Føroyar Silja í Liða
3 Føroyar Ve Ása Dam á Neystabø
4 Føroyar Ve Birita Jacobsen
5 Føroyar Ve Eir Martinsdóttir Berg
7 Serbia Ál Barbara Brauer
9 Føroyar Ve Bára Hansen
10 Føroyar Ve Marjun Falkvard Danberg
No. Pláss Leikari
11 Føroyar Ál Birita Wardum
16 Føroyar Maria Svabo Samuelsen
17 Føroyar Ál Barbara Johannesen
18 Føroyar Ál Unnur Danielsen
23 Føroyar Ál Rakul Augustinussen
75 Ve Nicoleta Radu Hansen
77 Føroyar Ve Jacklin Djurhuus

Hópurin hjá Neistanum í Atlantic Airways kappingini (menn)[rætta | rætta wikitekst]

Hópurin er dagførdir umvegis Burn Deildina 2020.

No. Pláss Leikari
1 Ungarn Bence Gödör
12 Føroyar Rókur Holm Joensen
10 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/VV Pauli Høj
7 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/VV Johannes Bjørgvin
41 Ísland Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/VB Finnur Hansson
8 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/VB Jónas Rasmussen
21 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/VB Jónsvein Dulavík
14 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/VB Johannes Kragesteen
9 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/MI Teitur Magnusson
22 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/MI Julian Kragesteen
15 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/MI Tróndur Kragesteen
No. Pláss Leikari
42 Danmark Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/HB Rasmus Søby
4 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/HB Gilli Holm
5 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/HV Hanus Árason
6 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/HV Jonn Rói Torfinsson
3 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/ST Karl Martin Olsen
25 Føroyar Fyrimynd:Fótbóltshópur leikari/leiklutur/ST Herbjørn Lava



Venjarar hjá kvinnunum[rætta | rætta wikitekst]

  • Kári Horn
  • Kári Durhuus
  • Sigrun Mikkelsen
  • Birgir Hansen - til januar 2012

Stovnarar[rætta | rætta wikitekst]

  • Petra Rein
  • Jenny Rein
  • Edil Djurhuus
  • Helge Michelsen
  • Andreas Mouritsen
  • Hanna Mouritsen
  • Borghild Evensen
  • Anna á Lag
  • Sanna á Lag

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo
  2. Sportal.fo[deyð leinkja] Neistin er steypavinnari
  3. HSF.fo Vinnarar – kvinnur
  4. HSF.fo Archived 2011-02-22 at the Wayback Machine Vinnarar – menn
  5. HSF.fo Archived 2011-02-22 at the Wayback Machine Sunset – kappingin
  6. HSF.fo Archived 2011-02-22 at the Wayback Machine Atlantic Airways – kappingin
  7. "Sportal.fo, Avgreiðsluspurningur". http://sportal.fo/grein/avgreidsluspurningur. Heintað 2011-09-12. 
  8. Neistin.fo, Neistamenn vunnu 30-17 móti A.C. Latsia[deyð leinkja]
  • Neistin 50 ár. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 1, 1981.

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið