Signar á Brúnni
Signar á Brúnni | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 10. feb 1945 í/á Fuglafjørður |
Starv | politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti |
Signar á Brúnni (føddur Hansen 10. februar 1945 í Fuglafirði) er fyrrverandi lærari og politikari fyri Tjóðveldisflokkin.
Signar á Brúnni fekk læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969, og hevur hann starvast sum lærari á Strondum 1969-73 og í Fuglafirði frá 1973, árini sum landsstýrismaður undantikin.
Hann sat sum løgtingsmaur tíðarskeiðini 1970-1980 og 1984-2002, undantikin skeið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í orku-, umhvørvis- og skúlamálum í 1989, í skúla-, mentanar- og umhvørvismálum í 1989-1991, í umhvørvis-, orku- og kommunumálum 1993-1994 og í undirvísingar- og mentamálum í 1998-2000.
Hann hevur sitið í nevndini fyri Landsskúlaráðnum 1979-1989 og 1991-1993, í Mentanargrunninum 1972-1988 og í Kirkjustjórnini í nøkur ár.
Signar á Brúnni skifti eftirnavn frá Hansen tíðliga í 1990'-árunum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 259-260. (PDF)