Sámal Petersen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sámal Petersen (f. 3. juli 1904 i Klaksvík, d. 7. oktober 1976) var lærari og politikari fyri Sjálvsstýrisflokkin.
Sámal Petersen umboðaði Sjálvstýrisflokkin på Løgtingi frá 1957 til 1966, og var løgtingsformaður frá 1963 til 1966. Seinni var hann landsstýrismaður í kommunu-, mentanar- og skúlamálum frá 1967 til 1972. Hann var býráðslimur í Klaksvíkar kommunu 1939–1951 og 1959–1962, og var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 1939–1943, 1949 og 1959–1961.
Hann var útbúgvin lærari frá Haslev seminarium í 1928, og arbeiddi síðani sum lærari í Klaksvík til 1971.
Keldur [rætta]
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 339. (PDF)
