Jump to content

Sámal Petur í Grund

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sámal Petur í Grund
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. jul 1958 í/á Syðrugøta
Starv politikari, trúboðari, sjómaður
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri, Framsókn, Nýtt Sjálvstýri
Dátuheiti

Sámal Petur Martinsson í Grund (f. 26. juli 1958 í Syðrugøtu) er ein politikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Til løgtingsvalið í 2011 og 2015 stillaði hann upp á listanum hjá Framsókn, men í 2019 leitaði hann sær aftur til røturnar.[1][2]

Hann hevur útbúgving sum elektronikk-mekanikari frá 1980 og sum fiskiskipari 1994. Hann starvaðist sum mekanikari á verksmiðjutrolara 1979-85, sum trúboðari 1986-91, og sum sjómaður 1991-93. Hann var bestýrari á Runavíkar Sjómansheimi 1998 -1999. Síðan 2004 hevur hann starvast sum skipari umborð á strandfaraskipinum Sam M/F, sum siglur millum Kalsoynna og Klaksvík.

Sámal Petur í Grund var landsstýrismaður við ábyrgd fyri samskiftis- og mentanarmálum, ferðavinnu og sjóvinnu 1994-1997, og í almanna- og heilsumálum 2001-2002. Hann sat sum løgtingslimur 1998-2002, undantikin tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Til løgtingsvalið 2011 stillaði Sámal Petur upp fyri nýggja flokkin Framsókn. Hann gjørdist nummar fimm á listanum við 111 atkvøðum.[3] Á løgtingsvalinum 2015 stillaði hann aftur upp fyri Framsókn, og gjørdist nummar 11 á listanum við 67 atkvøðum.[4] Á løgtingsvalinum 2019 stillaði hann upp á listanum hjá Sjálvstýri. Hann gjørdist nummar 4 á listanum við 91 atkvøðum.[5]

Løgtings- og landsstýrissessir

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1994 -1997 Landsstýrismaður í Mentanar- og samskiftismálum (Sjálvstýrisflokkurin)
  • 1998 – 2001 Løgtingsmaður (Sjálvstýrisflokkurin)
  • 2001 – 2002 Landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum (Sjálvstýrisflokkurin).
  1. Sámal Petur aftur til røturnar, jn.fo, 25-04-2019
  2. Sámal Petur aftur til røturnar, nordlysid.fo, 25.04.2019
  3. Kringvarp.fo, Løgtingsval 2011, valúrslit
  4. Løgtingsval 1. september 2015, kvf.fo
  5. Sí yvirlitið: Allar tær persónligu atkvøðurnar, kvf.fo, 01.09.2019

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]