Jump to content

Sámal Johansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sámal Johansen (føddur í Haldórsvík 31. oktober 1899, deyður 11. mars 1991) var ein føroyskur lærari og rithøvundur. Dóttir hansara, Marita Petersen, gjørdist Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður.[1]

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Komin til mans var hann verkamaður, róði út og var til lands í Íslandi. Í 1920 fór hann niður á Askov háskúla og var á skúlanum tveir vetrar, hann kom so heim aftur, fór á Føroya læraraskúla í 1922 og tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við Vágs skúla, og hetta starvið røkti hann, til hann í 1967 fór frá vegna aldur og við eftirløn. Hann var limur í sóknarstýrinum í Vági 1935-50 og aftur 1963-66, fleiri ár sum sóknarstýrisformaður. Í 1972 flutti hann til Havnar og bleiv búgvandi har við familjuni.

Longu í læraraskúlatíðini skrivaði hann søgur og yrkingar í Snarljósi, blaði læraranæminga, og nýklaktur lærari stjórnaði hann saman við floksfelaganum Samuel Jacob Sesanus Olsen, róptur Jacob Olsen, Barnablaðnum 1929. Tá Sámal hevði lagt lærarastarvið frá sær, fekk hann stundir at greiða til prentingar skrivligt tilfar, hann hevði havt liggjandi, og sigast má at hann hevur ríkað føroyskar yrkisbókmentir stórliga við teimum báðum bókunum "Á bygd fyrst í 20. øld", 1970, sum uttan at siga tað er ein Haldórsvíkar søga, og "Til lands", 1980, sum er um útróðurin, føroyingar tóku upp í Íslandi seinast í farnu øld.

Umframt hesar nevndu bøkur hevur hann umframt týðaraverk greitt úr hondum »Føroya landalæru« til skúlabrúks 1963, søgusavnið »Heimbygdin og aðrar søgur«, 1972, og skaðasøguna hjá teimum trimum bygdunum Tjørnuvík, Haldórsvík og Langasandi 1818-1978.[2]

  • 1950 Hylurin í Mín jólabók
  • 1957 Jólaaftanskvøld í Mín jólabók
  • 1961 Tvey systkin í Mín jólabók
  • 1970 Á bygd fyrst í 20. øld
  • 1972 Heimbygdin og aðrar søgur
  • 1980 Til lands í Mín jólabók
  1. Kvinfo.dk
  2. "snar.fo Sámal Johansen (1899-1991)". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-09. https://web.archive.org/web/20141009180253/http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/rithoevundar/j/johansen-samal/. Heintað 2015-01-16.