Rustur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rustplágan fer við fjórðinginum av øllum jarni, sum verður gjørt. Tað gera tilgongdirnar ímillum metal, luft og vatn.

Rustur er reyðbrúnur á liti. Hann er evnasamband ímillum hydrogen (H), oxygen (O) og jarn (Fe). Rustur er poknutur; hann kann ikki forða fyri, at jarnið innanfyri fær samband bæði við vætu og luft. Tí etur rusturin seg longri inn í tilfarið. Hildið verður, at umleið fjórðingurin av øllum jarni endar sum rustur. Vit vita, at jarn rustar, verður tað ikki vart fyri vætu og luft. Ætla vit at minka rustpláguna, mugu vit forða luftini at sleppa at jarninum. Vit mugu annaðhvørt mála jarnið ella leggja onnur harðførari evni uttan á tað, til dømis sink (Zn), nikkul (Ni) ella krom (Cr).

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið