Metal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Metal.

Metal er eitt felgsheiti fyri metallisku frumevnini og sambræðingar av hesum.

Millum mest nýttu metallini kunnu nevnast jarn, kopar, sink, aluminium, tin og blýggj. Millum mest nýttu sambræðingar kunnu nevnast stál, messing og bronsa.

Virðismiklastu metallini kallast góðmetal, t.d. platin, silvur og gull.

Eginleikar[rætta | rætta wikitekst]

Metal hava tríggjar felags eginleikar. Tey leiða streym, eru góðir hitaleiðari og hava metalglans. Hesir eginleikar hava metallini grundað á, hvussu atomini í metallunum eru bundin saman. Hendan samanbinding verður kallað metalbinding.

Metal hava lyndi til at avgeva elektronir, sum ger at metallið verður til eina positiva jon. Fríu elektronirnar, sum eru avgivnar, skapa eitt rundanumliggjandi elektronskýggj. Hetta skýggið heldur metaljonirnar saman i einari metalgrind. Grindin ger, at metallið glansar, meðan tær fríu elektronirnar gera streym- og hitaleiðingina gjørliga.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta metal, framleitt úr evnafrøðiligum sambræðingum, var helst kopar. Grikkarnir framleiddu kopar á tann hátt, at teir skerdu kopar(II)jonir við trækoli. Hesin teknikkur hevur eisini verið brúktur til at framleiða onnur metal. Umleið ár 2000 f.Kr. var møguligt at framleiða kopar (Cu), antimon (Sb), tin (Sn) og blýggj (Pb).

Tá tað varð uppdagað, at kopar og tin saman skapa eina harða metalblanding, nevniliga bronsu, fekk bronsan ein sera týdningarmiklan leiklut. Herðan í bronsuni gjørdi hana væl egnaða til amboð og vápn í tíðini, sum vit í dag kalla bronsuøldin.

Fyri at kunna framleiða jarn, skal hitin vera nógv hægri, enn tá framleitt verður kopar. Funnir lutir benda á, at fólk í miðjararhavslondunum, umleið 1500 f.Kr., hava framleitt jarn. Teknikkurin hevur síðani spreitt seg spakuliga upp ígjøgnum Europa. Elstu størri ovnar til jarnframleiðslu eru funnir umleið 1200 f.Kr. í Týsklandi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið