Robin Hood

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Standmynd í Nottingham.

Robin Hood hevur verið ein partur av Hollywood síðani 1938, men søgan um bogaskjúttan og uppreistrar sinnaða bretan, er nógv eldri enn so. Tað fyrsta man veit um Robin Hood, stavar frá yrkingina piers plowman úr seinnu helvt av 14. øld. Shakespear nýtti eisini navn hansara, men óvist er, um hann veruliga hevur verið til. Nógvir serfrøðingar vilja vera við, at Robin er ein íspunnin persónur. Serliga varð hann nógv nýttur í romantiska tíðarskeiðinum, innan bókmentir. Nógv gomul ongsk kvæði røða um hann og menninar hansara. Í filmhøpi hava nógvir hava haft leiklutin, sum Robin. Errol Flynn hevði leiklutin í 1938 og Kevin Costner aftur í Robin Hood: Prince of Thieves, ið helst er kendasti filmur, um harra Hood.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið