Jump to content

Robert Mugabe

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Robert Mugabe í 2015.

Robert Gabriel Mugabe (føddur 21. februar 1924 í Kutama í Suðurrhodesia, deyður 6. september 2019 i Singapor) var ein afrikanskur statsleiðari og einaræðisharri. Hann var forseti í Simbabvi frá 1987 til 2017.

Í 1980 gjørdist Mugabe forsætisraðharri í Simbabvi. Í 1987 varð hann valdur sum fyrsti fólkaræðisliga valdi forsetin, og Simbabvi var saman við Mugabe hálovað av altjóða miðlum í áravís sum eitt afrikanskt mynsturland. Men Mugabe toldi illa at tapa. Hann noktaði at lata landið frá sær aftur og byrjaði ístaðin at ognartaka alla jørð, sum útlendingar átti í Simbabvi. Jørðina gav hann sínum viðhaldsfólkum, sum um sama mundið forfylgdi og myrdi frá hond. Fólk í túsundtali eru flýggjað undan Mugabe seinnu árini. Síðani 1988 er miðallivialdurin í Simbabvi lækkaður frá 62 ár til 38 ár.

Hin 21. november 2017 fór Mugabe frá sum forseti, hann var tá 93 ára gamal. Tað hendi eftir at hann hevði sitið í húsavarðhaldi í nakrir dagar.[1] Seinni gjørdist hann sjúkur og varð innlagdur í sjúkrahúsi í Singapor til serviðgerð í April 2019.[2]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]



Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið