Portvín

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Portvín.

Portvín er kanska tað mest kenda heitvínið í heiminum. Tað kemur úr Dourodalinum, norðalaga í Portugal. Tað verða gjørd bæði reyð og hvít portvín og tey fáast úr turrum til søt. Tað eru tvey høvuðssløg av portvíni: Wood Port og Vintage Port. Wood Port er ruby, tawny og hvítt portvín. Vintage port er árgangsportvín. Tað eru eisini ymisk sløg av portvíni. Ruby port er ungt, fruktkent og søtt. Tawny er lagrað, og er lættari og meira gulbrúnt. White er gjørt av hvítum drúum og fæst sum søtt og turt. Late Bottled er portvín, sum er lagrað 4-5 ár í eikiføtum. Síðani verður tað koyrt í fløskur, og búnast ikki víðari. Vintage Port er árgangs portvín, sum bert verður framleitt í góðum árum. Tað verður lagrað í 2-3 ár, áðrenn tað verður koyrt í fløskur, har tað búnast í nógv ár, 15 - 20 - 25 ár. Reytt portvín skal borðreiðast við 14-18°C – hvítt við 8-10°C.