Heitvín

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Portvín, borðvín tilsett alkohol.

Heitvín hevur eitt hægri alkoholinnihald enn vanlig borðvín. Hetta kemst av, at alkohol verður blandað uppí undir ella eftir geringina. Alkoholprosentið er vanliga millum 17 % og 21 %. Heitvín skal verða meira enn 14 %, og um tað verður sterkari enn 22 %, er tað spiritus. Dessertvín eru so at siga altíð heitvín og eru aloftast søt, men tú kanst eisini finna heitvín, sum eru turr.