Paschalis Terzis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pashalis Terzis syngur her saman við Helenu Paparizou

Paschalis Terzis (grikskt mál: Πασχάλης Τερζής) er ein grikskur sangari. Hann varð føddur í Pylaia, sum er ein forstaður til Thessaloniki í økinum Norðurgrikkaland. Sum tannáringur fór hann at syngja saman við vinmonnum sínum. Eftir at hann flutti til Athen at búgva, fór hann at framføra sum backing sangari í vælumtóktum tónleikahøllum við kendum grikskum sangarum frá 1960'árunum, eitt nú Jenny Vanou.

Síðan 1980'árini, hevur Terzis tikið upp fleiri tónleikaútgávur, harav fleiri eru vælumtóktar enn í dag. Hann er enn ein populerur sangari, gevur út nýggjar fløgur, framførir á kendum tónleikastøðum í Athen og Thessaloniki, og luttekur í fleiri talk show'um.

Í 1994, 1995, 1996 samstarvaði hann við kenda sangskrivaran Phoebus.

Veturin 2006–2007, hevði Paschalis Terzis eina tónleikaskrá saman við Elena Paparizou og Nino Ksipolitas á Iera Odos. Dóttir hansara Gianna Terzi er eisini sangari.[1]


Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Studio útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Ár Heitið Sertifikatión
1982 Leo
1983 Mila Mou Ston Eniko
1986 Ethniki Thessalonikis
1991 Eimai Monos Mou
1991 Tha Thela Na'Soun Edo
1992 Mia Afierosi Kardias
1993 Aftoi Pou De Milane
1994 Mesogeios Gull
1995 Afise me mono Gull
1996 Auta einai ta tragoudia mou Gull
1997 Paliokairos 2x Platin
1998 O Dikos Mou O Dromos Platin
1999 De Me Katalaves Pote Platin
2001 Thelo Na Po Platin
2004 Sta Ipogeia Einai I Thea Gull
2006 Einai Kapoies Agapes Gold[2]
2007 I Diafora Platin[3]
2008 Mia Nihta Zoriki Gull
2011 Duo Nuxtes Mono 4x Platin

Live útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Ár Heitið Viðmerkingar
2002 Fotia Stis Nihtes

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Staff (May 28, 2008). ""Ταξιδέψτε" με τη Γιάννα Τερζή" (in Greek). MAD TV. http://www.mad.tv/section/news/30621/news/. Heintað January 28, 2010. 
  2. IFPI Greece
  3. "Paschalis Terzis earns Platinum status". http://www.lgr.co.uk/music/news/11823/paschalis-terzis-earns-platinum-status/. Heintað 2013-03-24.  London Grikskt Útvarp. Retrieved on April 2, 2008

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]