Jump to content

Palli Augustinussen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Palli Augustinussen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 16. des 1980 í/á Vágur
Starv fótbóltsleikari
Dátuheiti
Commons Palli Augustinussen
Palli Augustinussen sæst fremst á myndini, maðurin høgrumegin er Obi Charles, maðurin vinstrumegin er Suni úr Hørg.

Palli Augustinussen (føddur 16. desember 1980 í Vági) er føroyskur fótbóltsspælari, miðvallaleikari. Palli er liðskipari á besta liðnum hjá FC Suðuroy, sum í 2012 leikar í Effodeildini. Palli skoraði trý mál í 2010 í Vodafonedeildini, tað fyrsta málið varð í dystinum móti HB, sum endaði við javnleiki 4-4. [1] Annað málið var ímóti Víkingi á útivølli og tað triðja var ímóti B68 á heimavølli. Harumframt skoraði Palli eisini eitt mál í dystinum um Løgmanssteypið móti Skála, sum FC Suðuroy vann 6-1.

Føroyska A-landsliðið

[rætta | rætta wikitekst]

Palli Augustinussen hevur verið úttikin til føroyska A-landsliðið nakrar ferðir og spælt ein dyst fyri Føroyar, tað var í 2002.[2] Palli var við í hópinum í 2004[3] og í mai 2009, tá nýggi írski landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Brian Kerr, valdi út sín fyrsta hóp.[4]

Altjóða dystir

[rætta | rætta wikitekst]

Palli spældi sín fyrsta altjóða dyst í juli 2001, tað var í UEFA Champions League móti Slavia Mozyr, dysturin endaði javnur 0-0.

  1. Soccerandequipment.com, , HB Tórshavn – FC Suðuroy 4-4 (1-1).
  2. Football.fo
  3. Football.fo
  4. Sportal.fo

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]