OPCW

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

OPCW, sum er ein stytting av enska heitinum Organisation for the Prohibition of Chemical Weapons, hevur síðani stovnanina í 1997 stríðst fyri at burturbeina evnafrøðilig vápn. Friðarheiðursløn Nobels í 2013 varð latin felagsskapinum til bann móti evnafrøðiligum vápnum. Hetta varð kunngjørt í Oslo í okt. 2013. Hetta er ikki fyrstu ferð, at friðarheiðurslønin verður latin einum felagsskapi heldur enn einum persóni. Altjóða Reyði Krossur hevur fleiri ferðir fingið heiðurslønina, UNICEF, ILO og Amnesty International hava eisini fingið hana, og so seint sum í fjør fekk ES friðarheiðursløn Nobels.

Felagsskapurin hevur høvuðsskrivstovu í Haag í Niðurlondum.