Naddoddur (bátur)
Appearance
Naddoddur er seksæringur, sum bátasmiðurin Jóhan Olsen á Tvøroyri hevur smíðað. Báturin var flotaður 31. mai 1997. Nadoddur er smíðaður sum róðrarbátur við gomlum sniði, og er ein roynd at varðveita fornt føroyskt bátasnið. Tað er eitt áhugafelag, Bátafelagið Naddoddur, ið hevur latið bátin smíða og eigur bátin.
Naddoddur hevur verið fleiri uttanlandsferðir. Fyrsta árið, í 1997, var róð og siglt til Noregs, har báturin var við til túsundárahaldið í Trondheimi. Ferðin tók 3 samdøgur hvønn vegin. Eitt annað summar hevur Naddoddur vitjað á eysturlandinum í Íslandi. Seinastu árini hevur báturin ikki verið uttanlands.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Naddoddur á Nordisk Kystkultur stevnuni í Vági í 2016.
-
Jóhan Olsen, bátasmiður, í ferð við at byggja ein nýggjan bát, 2011.
-
Árarnar umborð á Naddoddi
-
Naddoddur í Slesvig í 2004.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Vikublaðið 10. juni 2008, s. 18.