Nýfundland og Labrador
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | Kanada |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | St. John's |
Størsti býur: | St. John's |
Innlimað: | 31. mars 1949 |
Vídd: | 404,517 km² |
Íbúgvar (2011): | 514 536 |
fyri km²: | 1.2/km² |
Tíðarsona: | UTC -3.5 Nýfundland UTC -4 Labrador |
Heimasíða: | www.gov.nl.ca |
Nýfundland og Labrador (enskt: Newfoundland and Labrador) er ein landslutur í Kanada við umleið 514.000 íbúgvar. Á grunnunum við Nýfundland eru stak góðar fiskileiðar, men í mong á var veiðitrýstið alt ov stórt, og miðini vórðu trároynd. Tí hevur verið neyðugt at minka fiskiskapin nógv seinastu árini. Tað er komið labrador- og nýfundlendingum illa við, tí at fiskivinnan er høvuðsvinna teirra.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Leivur Eiriksson kemur til Kanada
[rætta | rætta wikitekst]Leivur Eiriksson var sonur Eirik Reyða, sum var fyrsti norðbúgvi, ið kom til Grønlands. Um 1000 sigldi Leivur av Nuukfirði og vestur í hav eftir ókunnugum landi, sum ein annar norðbúgvi hevði sæð á eini ferð frammanundan. At enda kom hann til Amerika. Eftir at hava granskað landið, helt Leivur leiðina heimaftur til Grønlands.
Í íslendingasøgum verður sagt, at Leivur Eiriksson og manning hansara bygdu nakrar smáttur at vera í fyribils. Í 1960-árunum vórðu leivdir av norrønum búsetningum funnar í Nýfundlandi. Tær eru tíðfestar at vera frá um 1000. Í L'Anse aux Meadows í Nýfundlandi eru funnar átta húsatoftir, sum hava norrønt snið.
Leivur Eiriksson kallaði londini "Helluland", "Markland" og "Vínland". Vínland kann hava verið Nýfundland.