Mary Travers

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Mary Travers

Mary Travers (f. 9. november 1936 í Louisville, Kentucky - d. 16. september 2009 í Danbury, Connecticut) var partur av sangbólkinum Peter, Paul & Mary – saman við Paul Stookey og Peter Yarrow. Bólkurin Peter, Paul & Mary trein fram á amerikanska sang- og tónleikapallin í 1961 og legði síðan rødd til hópatals mótmælissangir í USA í trýssunum. Kendastir munnu krígsandstøðingasangirnir "Where have all the flowers gone" og "Lemon Tree" vera. Harumframt vann bólkurin miklan tokka fyri útlegging sína av "Blovin’ in the Wind" hjá Bob Dylan og "Leaving on a Jet Plane" hjá John Denver.