Manila

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Ph flag manila.gif Ph seal ncr manila.png
Grunddáta
Land: Flag of the Philippines.svg Filipsoyggjar
Vídd: 38.55 km²
Íbúgvar (2007): 1 660 714
fyri km²: 43,079/km²
Heimasíða: Manilacityph.com

Stórir partar av høvuðsstaðnum í Filipsoyggjum, Manila (filipinskt; Lungsod ng Maynila or Siyudad ng Maynila), eru niðan sjóvar, tí er javnan vatnflóð í býnum í regntíðini. Spaniamenn tóku Manila í 1571, styrktu býarmúrin og gjørdu býin til høvuðsstøð í ásiatiska hjálandaríki sínum. Manila hevur í øldir verið týdningarmikil handilsbýur, og higar komu keypmenn úr so fjarskotnum londum sum Miðeystur, India og Japan. Nú er Manila lívligur stórbýur, har búgva 1,6 milliónir fólk.

Í juni 1991 fór gosfjallið Pinatubu norðan fyri Manila at goysa. Gosfjallið goysti øsku og grótbræðing ógvisliga í 10 dagar. Eftir stuttari tíð varð landslagið hult undir eini 7 m tjúkkari urð. Ógvisligt avfall broytti landslagið til eitt veldugt runudíki, sum fylti dalar og tipti áir. Aetafólkið, ið búði har, misti hús og jørð eftir einari nátt.

Í Manilla er stórt fjall. Ólikt øðrum fjøllum er tað ikki av gróti, men av ruski. Hvønn dag koyra ruskbilar úr Manila út hagar við húsarhaldsruski. Hópin av fólki, enntá børn heilt niður í fýra ára aldur, halda til á hesum fjalli og vinna sær til lívsins uppuhald; leita eftir fløskum, pappi, plasti og tíllíkum, ið tey selja til endurnýtslu.

[rætta] Sí eisini

Skoðanir