Mahatma Gandhi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mahatma Gandhi
Føddur 2. oktober 1869
Porbandar, India
Doyði 30. januar 1948
New Delhi, India
Útbúgving Løgfrøði
Trúgv Hinduisma
Hjúnafelagi Kasturba Gandhi
Børn Harilal, Manilal,
Ramdas og Devdas

Mohandas Karamchand Gandhi (2. oktober 186930. januar 1948) varð føddur í Porbandar í India tólv ár eftir sepoyara­uppreisturin, og átta ár áðrenn Viktoria drotning fekk heitið keisarinna av India. Eyknevni hansara Mahatma merkir "stórur andi". Nítjan ára gamal fór hann at lesa løgfrøði í London, og var hann tá longu giftur og átti eitt barn. Sum advokatur átók hann sær eina uppgávu fyri ein indiskan keypmann í Suðurafrika, og var hann verðandi í landinum í einogtjúgu ár. Mangir av tilflytarunum í Suðurafrika vóru indarar. Teir arb­eiddu hart, men so sum so var við rættindum teirra í tí rasu-sundur­býtta Suðurafrika, og tað setti Gandhi sær fyri at gera nakað við. Hann hevði, sum var, eitt lønandi advokat­virki, men eftirsum hann vágaði sær at leggja eftir ymsu rasulógunum, var hann fleiri ferðir koyrdur í fongsul. Tað var í hesum árunum, at hann menti sín hátt at mótmæla friðarliga – mótstandarin skuldi "fáast at steðga við tolni og samkenslu". So líðandi kom eisini ígjøgnum ein lóg, sum gjørdi støðuna lættari fyri indararnar í Suðurafrika.

Í 1915 vendi Gandhi aftur til heimlandið, og aftaná Fyrra heimskríggj byrjaði stríð hansara fyri einum sjálvstøðugum India. Partur av hesum stríði var millum annað ólýdnisátøk, boykott, til dømis av enskum tekstilvørum, og royndir at vekja handverksídnaðin til lívs í indisku býunum, sum so á sín hátt kundi vera við at virka móti fátæktini. Tað sigst, at Gandhi sjálvur spann 100 metrar av tráði hvønn dag. Eitt ólýdnisátak vendi sær móti saltskattinum, eftirsum salt var ein neyðsynjarvøra sjálvt hjá teimum allar fátækastu. Hann fyriskipaði ta sonevndu saltgonguna, eina gongu upp á einar 400 kilometrar út til strondina, har indarar sjálvir fóru at framleiða salt úr sjógvi. Herurin legði uppí, og Gandhi var koyrdur í fongsul. Men indarar høvdu tikið ikki­harðskaps háttin til sín og gjørdu ikki mótstøðu. Eitt annað Gandhi brúkti at leggja trýst á bretar við var at fasta, matstreika. Hann fastaði stutt og greitt, til teir góvust. Gandhi fór enntá í holtur við at berjast móti órættinum indarara framdu sínámíllum, og royndi við tí at betra korini hjá teimum kastuleysu. Hann vildi vera við, at tú mást seta teg upp ímóti tílíkum, ið gongur móti "viti og skili og tínari hjartans meining".

Eftir Seinna heimskríggj var tíðin búgvin hjá Stóra Bretlandi at lata India fáa sína loysing. Tann 15. august 1947 varð bretska flaggið tikið niður á India House, háborg eingilskmanna, og tað indiska varð vundið húnarhátt í staðin. Gandhi hevði tá virkað fyri hesum máli við serligu framferðarhættum sínum í nærum fjórðings øld. Beinanvegin aftaná hetta tók mikil ófriður seg upp millum ymisku fólkabólkarnar, hinduar, sikhar og muslimar, har hópin av fólki flýggjaðu og nógv fólk doyðu. Gandhi vitjaði flóttafólkalegur, fastaði og bað. Men eftirsum hann ikki eintýðugt stuðlaði áhuga­ málunum hinduara, fekk hann nú eisini fíggindar millum lands­menn sinar. Tann 30. januar 1948 varð Gandhi skotin til deyðis av einum hinduistiskum manni um 30 ára aldur. Ognirnar, Gandhi legði eftir seg, vóru einar træsandalur, eitt bíligt nikkul­ur, brillur, ein skál, ein skeið og ein sangbók.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið