Madrid

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Skjøldur Kort
Escudo de Madrid.svg CiudadMadridPosicion.PNG
Grunddáta
Land: Flag hjá Spain Spania
Vídd: 607 km2
Íbúgvar (2005): 3,228,359
fyri km²: 5,198/km2
Postnummur: 28001-28080
Heimasíða: www.munimadrid.es

Madrid er høvuðsstaður Spaniu, og hevur umleið 3,2 mió. íbúgvar (2005). Madrid gjørdist høvuðsstaður í Spania, tí Filipi kongi 2. dámdi so væl veðurlagið har, eisini helt hann býin liggja væl fyri, mitt í landinum. Nú búgva 3,2 milliónir fólk í býnum, og hann er fíggjarmiðdepil og stjórnarbýur landsins. Madrid er miðskeiðis í landinum á Kastilla-háslætta í 640 metra hædd. Í býnum eru stjórnarhúsini og kongsborgin, Escorial. Hann er nú mikil ídnaðar- og handilsbýur. Gamli og vakri miðbýurin verður nevndur Plaza del Sol.

Madrid, høvuðsstaðurin í Spaniu, stendur uppi á háslættanum sunnan fyri fjøllini. Í honum býr 3,2 milliónir fólk. Býurin stendur á sera turrum lendi 600 m oman fyri sjóvarmálan. Tað hevur verið stríggið at fáa býnum vatn; men nú hava teir lagt vatnveitingar oman úr fjøllunum og soleiðis fingið vatn til nýtslu í húsarhaldinum og eisini til gosvøtnini og teir nógvu grasagarðarnar, sum eru í býnum. Sum allir suðurlendskir býur er Madrid oyðin við fólk, tá ið heitast er mitt um dagin, tí tá er alt fólkið innandura og hvílir. Men svalligari er á morgni og kvøldi. Hvørt kvøld yður av fólki á geilunum; summi spáka, summi sita og práta á gongubreytum og geilarhornum, meðan onnur spæla onkran streingjaleik.

Í Madrid er ein stórur leikvøllur ella arena, sum spaniumenn siga, ið tekur 14.000 fólk og eitur Plaza de Toros (føroyskt: Tarvagarðurin). Í Tarvagarðinum eru teir stóru tarva-bardagarnir, sum spaniumonnum dámar so væl at síggja.

Úr Madrid ganga jarnbreytir út um alt landið.

[rætta] Hygg eisini at

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Skoðanir
Onnur mál