Ludwig van Beethoven

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ludwig van Beethoven

Ludwig van Beethoven (doyptur 17. desember 1770, deyður 26. mars 1827) var ein týskur komponistur og pianistur. Hann er ein av teimum mest týðandi týsku tónasmiðjunum og tann tónasmiðurin, ið hevur havt størstu ávirkan á menningina av týskum kompositiónstónleiki eftir 1800. Hansara best kendu komposisjónir eru nýggju symfoniir, fimm klaverkonsertir, 32 klaversonatir og 16 strúkikvartettir. Harumframt komponeraði hann kamartónleik, kórverk og sangir.

Beethoven varð føddur i Bonn, sum var høvuðsstaður í Kurfúrstadøminum Köln í tí Týsk-rómverska ríkinum. Beethoven vísti at hann hevði góðar tónleikagávur longu sum smádrongur og fekk undirvísing av pápa sínum, Johann van Beethoven, og av Christian Gottlob Neefe. Hann búði tey fyrstu 22 árini í Bonn, síðan flutti hann til Wien, har hann byrjaði tónleikastudiir hjá Joseph Haydn. Í Wien uppnáddi hann skjótt at fáa viðurkenning sum klavervirtuos. Hann búði í Wien til sín deyða. Umleið ár 1800 versnaði hoyrn hansara, og tey seinastu tíggju árini av lívinum var hann nærum heilt deyvur. Hann gavst við at stjórna orkestrum og við at geva almennar konsertir, men bleiv tó við at komponera tónleik, nógv av hansara best umtóktu verkum eru frá hesi tíðini.

Eftir langa sjúkralegu, andaðist Beethoven í Wien í 1827, 56 ára gamal. Hann telist sum ein av størstu klassisku tónaskøldunum, javngóður við fyrimyndina, Mozart.[1]

Verk[rætta | rætta wikitekst]

Beethovens symfoni nr 5 (byrjar eftir umleið 9 sekund).
Beethovens symfoni nr 6.

Meðan verk Beethovens frá hansara ungdómstíð hoyra til wienklassisismuna og hava felagstrekk við verkini hjá Mozarts og Haydn, so kunnu hansara seinnu verk sigast at vera ein yvirgangur millum wienklassisismuna og romantikkin. Hansara yvirlit yvir verk inniheldur eitt nýggju symfoniir, fleiri orkesturuvertyrir, 5 pianokonsertir, 1 violinkonsert, 32 pianosonatir, 10 violinisonatir, fleiri kamartónleikaverk (eitt nú 16 strúkikvartettir, pianotrioir og operaina Fidelio.

Størsti týdningur Beethovens liggur í hansara symfonisku verkum, sum longu í Eroica'ini umdefinerar tónleikaformin, læt upp fyri ríkari instrumentering og fyri tað tíðarskeiðið, ógvusliga dynamikkin, harumframt stakk hansara tónleikur út í kortið hvønn veg ið komandi ættarlið út skuldu fara í framtíðar symfonium. Hareftir noyddust øll symfonisk verk finna seg í at verða samanborin við verk Beethovens:

  • Symfoni nr 1 C-dur op.21 (1799-1800, fyrstu ferð framført 1800)
  • Symfoni nr 2 D-dur op.36 (1801-1802, fyrstu ferð framført 1803)
  • Symfoni nr 3 Ess-dur "Eroica" op.55 (1803, fyrstu ferð framført 1805)
  • Symfoni nr 4 B-dur op.60 (1806, första uppförande 1807)
  • Symfoni nr 5 c-moll "Lagnusymfoniin" op.67 (1807–08, fyrstu ferð framført 1808)
  • Symfoni nr 6 F-dur "Pastoralsymfonin" op.68 (1808, fyrstu ferð framført 1808)
  • Symfoni nr 7 A-dur op.92 (1811-12, fyrstu ferð framført 1813)
  • Symfoni nr 8 F-dur op.93 (1812, fyrstu ferð framført 1814)
  • Symfoni nr 9 d-moll op.125 til Schillers ode An die Freude (1823–24, fyrstu ferð framført 1824)
  • Wellingtons Sieg op.91 (Slagsymfoniin)

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Ludwig van Beethoven 250 ár, stamps.fo