Kjak:Føroya Realkreditstovnur

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Var Atli P. Dam stjóri ella varastjóri á Realinum? Í einum FF-Blaði frá 2003 stendur at lesa um árliga aðalfundin, og har stendur at Atli Dam tá var undirstóri.[1] Í "Den Store Danske" á netinum stendur, at hann var stóri (direktør) frá 1981-85 og aftur frá 1988.[2] EileenSanda (talk) 18. okt 2012 kl. 22:59 (UTC)[reply]

Realurin hevur øðrvísi heitir enn aðrir stovnar: Stjórnin í Realinum er tað sum í øðrum stovnum eitur nevnd ella stýri, meðan undirstjóri í Realinum er dagligi leiðarin, t.e. tað sama sum stjórin í øðrum fyritøkum. So starvsheitið hjá Atla Dam var undirstjóri, ið reelt svarar til stjóri aðrastaðni. Ikki heilt nemt...Topper 1 (talk) 19. okt 2012 kl. 05:50 (UTC)[reply]
Nei, ikki heilt nemt. Eg veit ikki, um vit bara lata tað standa sum tað stendur nú ella um tað skal rættast aftur. Vh. EileenSanda (talk) 19. okt 2012 kl. 13:13 (UTC)[reply]