Justin Bieber
Justin Drew Bieber føddur 1. mars 1994, er ein kanadiskur pop/R&B sangari, sangskrivari og filmstjørna. Bieber bleiv funnin í 2008 av Scooter Braun, sum fann hann í gjøgnum videoløgum á Youtube, seinni bleiv hann hansara manager. Braun arangeraði ein fund fyri hann við Usher í Atlanta, Georgia, og Usher var skjótur at undirskriva Justin til Raymond Braun Media Group (RBMG) eitt felags Mediuselskap ímillum Usher og Braun, og eina uptakandi kontrakt við island Records tilboði av L.A Reid.
Bieber'sa debut var stakfløvan, "One time", hon varð givin út í 2009 og kom í top 10 í Kanada, og kortlagt í top 30 í fleiri altjóða marknaðum. Hansara debut fløva, "My World", kom í novembur 2009, og seinni vann fløvan platin í USA. Hann gjørdist tann fyrsti artisturin sum hevði 7 sangir frá einum debut fløvu á hittlista á Billboard Hot 100. Bieber'sa fyrsta studiofløva, "My World 2.0", bleiv útgivin í marts 2010 og debuteraði í top 10 listum í fleiri londum, og varð certifisera platinum í USA. Tað bleyv efturfylgt av tí globala top 10 staklagnum, "Baby". Musik video'in av "Baby" er í løtuni tað mest vísta og mest umrødda Youtube-video. Bieber fylgdi við í útgávuni av hansara debutfløvu við sínum fyrsta høvusnavna turné. My World Turné, tær remix'aðu fløvurnar. My Worlds Acoustic og Never Say Never- remixini, og 3D film-konsert filmurin, Justin Bieber Never Say Never- sum hevði eina upplatingar vikuskifti, sum næstan var tað størsta upplatingar vikuskifti fyri ein konsert-film. Bieber útgav sína aðru studiufløvu, "Under the Mistletoe" í november 2011 sum debuteraði sum nummar eitt í Billboard 200.
Bieber er blivin tilnevndur og hevur vunnið eina langa røð av heiðurslønum og virðislønum. Til dømis vann hann heiðurin Ársins Artistur 2010 á American Music Awards, og bleiv nomineraður sum Besti nýggi artistur og Best Pop Vocal Album í 53rd Grammy Awards. Bieber verður sæddur sum eitt tannáringa idol (fyrimynd).
[rætta] Útgávur
- My World 2.0 (2010)
- Under the Mistletoe (2011)
- Believe (2012)