Jeremia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jeremia.

Jeremia (hebráiskt: יִרְמְיָה) (føddur 655 f.Kr, deyður 586 f.Kr.), sum er nevndur í Gamla Testamenti, var profetur í Ísrael. Vit kenna ongan profet í GT betur enn Jeremia. Í Jeremiabókini eru nógvar upplýsingar um profetin sjálvur, ikki bara um hansara vanligu lívssøgu, men eisini um sálartrega hansara. Hann verður nevndur táraprofeturin, líðingarprofeturin og pínslarváttarprofeturin.

Ta ferðina Jeremia varð kallaður til profet, royndi hann at bera seg undan kallinum. Tað var ein ógvuliga tung uppgáva, løgd varð honum á herðar. Hann skuldi boða komandi dómin. Tað var alsamt aðaltátturin í boðan hansara, og tað hevði við sær, at tað ørkymlaði og østi áhoyrararnar. Tað sannaði hann eisini. Mótstøðu frá gomlu vinum sínum, frá starvsbrøðrum sínum, frá fólkinum sum heild og frá valdsharrunum.

Kristusfyrimyndir[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið fólk í NT undraðust á, hvør ið Jesus var, søgdu summi "hann er Jeremia!" (Matt. 16:14). Tað er í mongum førum eyðsýndur líkskapur ímillum Jesus og Jeremia, til dømis:

  • At honum tókti synd í fólki sínum
  • Fólk hansara stóð ímóti honum
  • Og liðingin, hann tók á seg