Jens Christian Djurhuus
Jens Christian Djurhuus (21. august 1773 Nes, Eysturoy - 29. november 1853 í Kollafirði), eisini nevndur Sjóvarbóndin, tí hann var bóndi við Sjógv í Kollafirði, var kvæða- og táttayrkjari. Hann yrkti fleiri føroysk kvæði og var ein av teimum fyrstu, sum yrktu á føroyskum máli. Hann var fjórði sonur Johan Christian Djurhuus (1741–1815) og Mariu Rønning (1741–1807), tey búðu á Nesi í Eysturoynni. Abbi hansara var danski presturin, Christen Djurhuus (1708–1775), sum var fluttur til Føroya at starvast sum prestur. Í 1797 giftist hann Jóhannu Mariu Jensdóttir úr Kollafirði, hon var dottir Jens Didriksen, Við Sjógv, sum var bóndi. Eftirsum hon var einabarn, festi Jens Christian garðin, tí kvinnur festu ikki garðar. Tey bæði fluttu inn í bóndagarðin sama árið sum tey giftist. Bóndagarðurin gjørdist ein mentanarligur miðdepil í bygdini. Jens Christian Djurhuus og Nólsoyar Páll yrktu báðir kvæði á føroyskum og mugu sigast at vera teir týdningarmestu persónarnir í føroyskum bókmentum í fyrra helmingi av 19. øld.
Sagt verður frá - prógv er tó einki - at hann gekk í latínskúla í Havn. Hann hevur havt stóran áhuga fyri gomlum nørrønum søgum, tí úr hesum hevur hann yrkt flestu av kvæðum sínum. Sjóvarbóndin er kendasti kvæðayrkjari okkara, men hann hevur eisini yrkt tættir.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- Sigmunds kvæði yngra
- Leivs kvæði
- Ormurin Langi