Jens Christian Djurhuus
Jens Christian Djurhuus (21. august 1773 Nes, Eysturoy - 29. november 1853 í Kollafirði), eisini nevndur Sjóvarbóndin, tí hann var bóndi við Sjógv, var kvæða- og táttayrkjari. Hann yrkti fleiri føroysk kvæði og var ein av teimum fyrstu, sum yrktu á føroyskum máli. Hann var fjórði sonur Johan Christian Djurhuus (1741–1815) og Mariu Rønning (1741–1807), tey búðu á Nesi í Eysturoynni. Abbi hansara var danski presturin, Christen Djurhuus (1708–1775), sum var fluttur til Føroya at starvast sum prestur. Í 1797 giftist hann Jóhannu Mariu Jensdóttir úr Kollafirði, hon var dottir Jens Didriksen, Við Sjógv, sum var bóndi. Eftirsum hon var einabarn, so arvaði hon festi. Tey bæði fluttu inn í bóndagarðin sama árið sum tey giftist. Bóndagarðurin gjørdist ein mentanarligur miðdepil í bygdini. Jens Christian Djurhuus og Nólsoyar Páll yrktu báðir kvæði á føroyskum og mugu sigast at vera teir týdningarmestu persónarnir í føroyskum bókmentum í fyrra helmingi av 19. øld.
Útgivið [rætta]
- Sigmunds kvæði yngra
- Leivs kvæði
- Ormurin Langi