J. R. R. Tolkien

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
J. R. R. Tolkien í 1916.

J. R. R. Tolkien (3. januar 1892 í Bloemfontein2. september 1973 í Bournemouth) var rithøvundur. Forbókstavirnir standa fyri nøvnunum John Ronald Reuel. Hann var eingilskmaður, men langt afturi í ættini var ein av forfedrum hansara komin úr Týsklandi, og eftirnavnið ber brá av tí. Hóast bæði foreldrini vóru ensk, so var hann føddur í Suðurafrika í 1892. Faðir hansara var ein av teimum mongu eingilskmonnunum, sum fór hagar at fáa eitt livibreyð, og konan kom eisini hagar. Men lítli John livdi bert í Suðurafrika til hann var trý ár. Pápin doyði, og mamman flutti aftur til Onglands. Mamman doyði eisini tíðliga, og hann kom til góð fólk at vera. Gávurnar hevði hann góðar, og fekk hann møguleika til at koma á bestu skúlar.

Tá hann var 22 ár brast Fyrri heimsbardagi á. Hann kom upp í bretska herin eins og flestu av teimum ungu, ið tá vóru, og hann var í skotgrøvunum á vesturhermótinum í Norðurfraklandi. Hetta var ikki nakað trygt stað at vera. Hann var við í einum bardaga, har 60.000 hermenn doyðu, so har breyt í bæði borð. Tá kríggið var av, hevði hann mist allar sínar bestu vinir, og av teimum, sum gingu í hansara klassa, var hann tann einasti sum livdi. Hetta var bert tí fyri at takka, at hann gjørdist sjúkur og kom burtur frá vígvøllunum.

Professarin í málfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Heimafturkomin skuldi hann taka upp aftur sítt friðarliga lív við lestri og skriving, og gjørdist hann málfrøðingur. Sergrein hansara var tað málið, sum verður kallað angulsaksiskt. Tá Rómverjaríkið fall í fimtu øld tóku teir burtur teir hermenn, teir høvdu standandi í Onglandi til at verja fólkini móti álopum frá skotunum. Fyri at verja seg heittu táverandi onglendingar á nakrar fólkabólkar, sum búðu á teimum leiðum, har markið millum Týskland og Danmark er í dag. Jútar, anglar og saksar løgdust ikki á boðini og sigldu yvir um Norðsjógvin og tóku ræðið í landinum. Tað mál, teir tosaðu, gjørdist so almenna málið í Onglandi. Tað líktist avbera nógv norrønum, sum er upphavið til íslendskt, føroyskt, |norskt, svenskt og danskt. Tað, sum er varðveitt av angulsaksiskum, og tað er ikki lítið, er tí tað fyrsta, ið er skrivað á einum máli, sum líkist okkara, burtursæð frá nøkrum rúnum. Tað næsta, sum er varðveitt á hesum norðurlendsku málum er "Føroyingasøga" og aðrar fornsøgur.

Hobbin[rætta | rætta wikitekst]

Víðagitni høvundurin, J. R. R. Tolkien, gav bókina, The Hobbit, ella There and Back Again, út í 1937, og henda gandakenda og øðrvísi barnabókin varð so væl móttikin, at bókaútgevarin heitti á høvundan um at geva út eitt framhald av henni – hetta gjørdist byrjanin av eini av teimum best kendu bókunum, ið nakrantíð eru skrivaðar: Ringanna Harri. Fyri at vera ein góður lærari í angulsaksiskum mátti Tolkien tí lesa norrønt, og tað gjørdi hann saman við góðum vinum um 1930. So var tað ein dagin, hann sat og rættaði próvtøkuuppgávur, at hann sá eitt blankt ark inn ímillum. Á tað arkið skrivaði hann: "Í einari holu í jørðini búði ein hobbi". Burtur úr hesum kom bókin "Hobbin" út í 1937. Eftir øllum at døma er orðið hobbi avlagað av onkrum navni fyri huldumann, og tað hann ger, er tí at greiða frá, hvussu huldumenn eru, og hvat ið teir gera, og hvørjum teir eru saman við. Teir berjast ímóti illum verum, trøllum, eiturkoppum og øðrum ringum, men teir eru saman við álvum og eisini við monnum, sum teir mangan hjálpa.

Fremstur av hobbunum er Bilbo Pjøkin, sum av Gandálvi verður sendur við dvørgum út á eina ferð, ið tekur eitt ár, at vinna á orminum Smáki. Hetta eydnast, og hann kemur aftur í øllum góðum við miklum ríkidømi. Men á hesi ferð hevur hann funnið ein gandaring. Tann, sum setir henda ring á fingurin gerst ósjónligur. Bókin um hobban Bilbo Pjøkan gjørdist sera væl umtókt, og forlagið bað og bønaði professaran um at koma við einum framhaldi. Men hann gav sær góðar stundir, og ár gekk av ári, uttan at forlagið fekk nakra bók. Fimtan ár seinni kom hann so við einum handriti, og tað var framhaldið av søguni um ringin. Teir á forlagnum øtaðust við, tí bókin var so stór. Teir spurdu hann um hann ikki kundi minka hana, men tað kom ikki upp á tal, og at enda kom henda bók út í trimum pørtum. Fyrsti partur, »Ringliðið« kom út í 1954, og í 1955 komu teir báðir næstu partarnir, »Tey bæði tornini« og »Kongurin kemur aftur«.

Tjaldlega við húsini[rætta | rætta wikitekst]

Í fyrstuni var ikki nógv hóvasták gjørt burtur úr hesum bókum. Harraguð, tað komu so nógvar bøkur út, og hesar vóru stórar og dýrar. Men so hendi tað, at eitt forlag í Amerika fór at geva út eina piratútgávu, sum tað ikki ætlaði at Tolkien skuldi fáa nakað fyri, so hon kundi seljast bíliga.

Serliga í sekstiárunum gjørdist hon ein rættilig kultbók. Ung fólk lósu hana, og Tolkien gjørdist navnframur út um alt mark. Hann var jú 63 ár, tá ið bókin kom út, og tá hann var farin um tey sjúti hendi tað, at ein klassi úr einum studentaskúla í Kalifornia kom við flogfari til Onglands í summarfrítíð síni og gjørdi eina tjaldlegu uttan fyri húsini hjá honum fyri at vera í nánd av hesum mæta rithøvundi.

Filmarnir[rætta | rætta wikitekst]

Tolkien doyði í 1973, og giti hansara er bara vaksið sínani. Bøkurnar verða prentaðar umaftur og umaftur, ikki bert í teimum enskttalandi londunum, men eisini í týðingum aðrastaðni. Alt í alt er søgan um ringin prentað í meira enn 100 milliónum eintøkum, og sum kunnugt vórðu tríggir filmar gjørdir um hesa bók, og høvdu teir metstóra undirtøku. Tann fyrsti parturin kom í 2003, annar partur í 2004, og í 2005 er triði og seinasti partur komin.