Havhestur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Havhestur, Náti
Fulmarus glacialis on cliff.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Procellariiformes
Familja: Procellariidae
Ætt: Fulmarus
Stephens og Shaw, 1826
Slag: F. glacialis

Havhestur ella (á suðuroyarmáli) Náti (frøðiheiti - Fulmarus glacialis) er sjófuglur. Havhestur átti á fyrsta sinni í Føroyum í 1839 og síðani tá er tali voksi nógv, heili 600 000 pør eru tey í tali í dag [1]. Havhestur er ein sera stórur fuglur og sæst næstan alt ári, hann kemur her miðan januar og sæst í øllum bjørgum í Føroyum og fer so longur suður, í byrjani í septembur. Hann er 45-50 cm til longdar og longdin á báðum veingjunum tilsamans er 102-112 cm, og vigar gott 800g. Etur fisk, krabbadýr og slógv, og kan blíva gott 40 ár. Havhestur leggur egg ímillum mai og eina fer í byrjani á septembur, hann leggur 1 egg og passar tað í 52-53 dagar, og tá ið pisan er útkomin verður hon passa í 49 dagar.

Fyrstu fer vit hava lisi um at havhestur er brúktur var í 1862, tá ið H. C. Müller skrivaði "Nu derimod bygger den i temmelig og stedse stigende Mængde paa 3 forskjellife Steder paa Öerne og udbreder sig også til nye Ynglesteder, saasom til Myggenæsholm og Troldhoved, hvor den har indfundet sig i de sidste to til tre Aar", eisini skrivaði hann : "Den fanges ikke, da Kjödet ikke spises, og Fjerene formedelst deres störke Lugt ere ubrugelige. Man er dog nu begyndt ar benytte Ungen ligesom Lujren".

Tá man fer eftir havhesti, er hátturin líka sum tá í vit byrjaðu at fara eftir havhesti og amboðini eru næstan øll eisini líka, sum tá ið vit fleyga ella fara eftir øðrum fugli. Man fer bara eftir havhesti um veturin, tí tá er hann feitast, leskiligast og eisini er einki annað fekst at fáa um tað tíð. Mest vanligt er at fara eftir pisunum hjá havhesti. Teir fara eftir havhesti um 18. august, tí tað er beint áðrenn pisan fer úr reiðrinum, tá fara um fimm manns við bandi og togi til eitt berg, og so blívur ein maður loraður niður við togi til havhestareiðurini og har hann tekur havhestapisur. Tá hann so hevur fingið um 30 havhestapisur, og vissi teir eru nógvir taka teir um 50 havhestapisur hvørja fer, blívur hann loraður upp og verður so koyrdur omanaftur, og tekur so meira havhestapisur . Men eisini ber til at fara eftir havhesti við báti, men tað er um seinast í august og í byrjani av septembur, og tá ið teir so koma í nánd við ein havhest, rættur ein maður glúpin út og roynur at fáa ein havhest í neti á glúpinum, síðani kippur ein maður havhestin, so at hann doyr sum skjótast, og tekur so høvdi av havhestinum og koyrur hann í ein kassa við neti í, so at blóði kann renna frá. Tá ið teir so koma heim, vera havhestarnir síðani royttir, kruvdir og saltaðir ella frystir, alt eftir hvussu man vil hava teir, og eru so klárir til at eta, og tað sum ikki verður eti brúka man so til agn.

Ikki fyrr enn seint í seinnu øld, byrjaði man at taka egg, tí fólk meintu at havhestur spýði á eggi tá tað kom út, men í dag eru tað meira vanligt at eta Havhesta egg. Onkur meinar at havhesta egg smakka líka sum Høsnareggella Dunnuegg. Ymiskt er hvussu nógvar havhestar man fær, men vanligt er um eini 100, og kanningar visa av vit drapa í miðal 150 000 havhestar um ári.

Havhestasjúkan[rætta | rætta wikitekst]

Útbreiðsluøki.

Nógv fólk doyðu um byrjanina av 1900-talinum, av einari ókendari sjúku, onkur trúði so at henda sjúka kom av hoyggjingini, so tey kallaðu hana septembur sjúkan. Men so í tíðarskeiðinum 1927 til 1934 var ein danskur lækni sum æt Arthur Asser Rasmussen í Føroyum at granska hesa sjúku og í 1934 fann hann útav at havhestur hevði eina deyðiliga bakteriu og henda bakteria hevði skyldina í at septembursjúkan ella nú kalla havhestasjúkan, tá fann man so útav at havhestur var komin við tí deyðiligu sjúkuni til Føroyar. Av hesum bleiv tað sett forboð í Føroyum fyri havhestaveiðu í 1936, men seinni tá heilivágur kom, bleiv loyvi aftur at veiða havhest.

Kanningar visa at henda sjúka er sera útbreidd enn, tí tey hava kanna 100 000 havhestar og heili 10 % av teimum hovdu sjúkuna/bakteriuna, men henda sjúkan er sera nógv fyribyrgd í dag, tí teir blíva vaskaðir frá top til tá og havhesta pisurnar vera vaksineraðar ímóti havhestasjúkuni/bakteriuni (psittacosis), og tann veiddi havhesturin vaskaður val og kannaður, seinni fann man so útav, at onnur fuglaslog eisini hovdu líknandi sjúkur, so hon bliv kalla ornitosis, sum kann fyribyrgjast, sum nevnt fyrr, við heilivági.

Eisini vera havhestar kannaðir fyri hvussu nógv tungmetal og annað er í teimum, hesar kanningar fara fram í Nólsoy, og toli visa at havhestar eisini sum grind, fáa meir og meir av hesum farligu tungmetalinum, so sum kviksilvur og cadmium. Eisini visa kanningar, at havhestur kann koma við tí farligu bakteriuni Chlamydia psittaci, sum útbreiður havhestasjúkuna (psittacosis), eisini vístu kanningarnar at havhestasjúkan er sera farlig fyri konur sum eru uppávegin. Men tó er hetta ikki bara havhestur sum kemur við hesi bakteriuni.

Hvussu nógvir havhestar í eru kannaðir Kanna í Kyksilvur

(í g)

Cadmium

(í g)

Blýggj

(í g)

Kopar

(í g)

Óbúnir og búnir Havhestar 1998 25 Livur 2,66 8,55 0,02 3,89
Min

max

Livur

Livur

2,22

3,14

6,28

9,83

0,02

0,02

3,49

4,44

Óbúnir og búnir Havhestar 1998 25 Vøddar 0,33 0,32 0,02 3,60
Min

max

Vøddar

Vøddar

0,26

0,44

0,22

0,41

0,02

0,02

3,35

3,81

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.ngs.fo/Default.aspx?ID=9492

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið