Havfrúgv

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Havfrúgvin ella Sævarmoyggin er ein yvirnatúrlig vera á sjónum. V. U. Hammershaimb skrivar um havfrúnna:

Havfrúgv líkist fólki fyri oman beltið, hevir langt jarpt hár sum kona, hon floytir tað út um seg á sjógvin; tó hevir hon styttri armar. Fyri niðan beltið er hon sum fiskur og hevir sporl og roðslu. Vendir hon sær móti bátinum, tá ið hon kemur upp úr sjónum, verður óveður, og tá ræður um at rógva heim aftur sum skjótast og royna at sleppa undan at sjólátast. Men kemur havmaðurin upp hjá henni, verður gott veður. Havfrúgvin syngur so fagurliga, at menninir verða óðir, tá ið teir lurta eftir sangi hennara, og tí eiga teir at stinga vattatumlarnar í oyruni, tí annars vilja teir í øði og ørviti leypa úr bátinum út á sjógv til hennara.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Færøsk Anthologi, Keypmannahavn 1891 - bind 1, s. 337)