Høgri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Høgris hús í Oslo.

Høgri (bókmál: Høyre; nýnorskt: Høgre), stutt H, er ein politiskur flokkur í Noregi. Høgri varð formliga stovnaður í 1884 og er ein konservativur og borgarlig flokkur. Ungdómsflokkurin hjá Høgris eitur Ungi Høgri (bókmál: Unge Høyre, nýnorskt: Unge Høgre). Á vári 2008 varð Erna Solberg leiðari.

Norskir forsætisráðharrar úr Høgra hevur verið advokatur Christian Schweigaard (1884), advokatur Emil Stang (1889–1891 og 1893–1895), professari Francis Hagerup (1895–1898 og 1903–1905), hermaður Jens Bratlie (1912–1913), advokatur Otto B. Halvorsen (1920–1921 og 1923), keypmaður Ivar Lykke (1926–1928), løgfrøðingur John Lyng (1963), búskaparfrøðingur Kåre Willoch (1981–1986) og løgfrøðingur Jan P. Syse (1989–1990).

Sí eisini [rætta]