Erna Solberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Erna Solberg, 2011.

Erna Solberg (fødd 24. februar 1961 í Bergen) er forsætisráðharri í Noregi og forkvinna í Høgraflokkinum. Hon hevur verið flokksleiðari í Høgra síðan 2004 og hevur verið vald inn í Stórtingið fyri Hordaland síðan 1989. Í 2005 bleiv hon eisini parlamentariskur leiðari fyri Høgra í Stórtinginum. Solberg var forkvinna í Høyrekvinners Landsforbund 1993–1994, kvinnupolitiskur leiðari í Høgra 1994–1998, kommunu- og regiónsmálaráðharri 2001–2005 og 1. varaformaður í Høgra 2002–2004. Á stórtingsvalinum í september 2013 vann flokkur hennara valið við 26,8% av atkvøðunum. Borgarligi vongurin vann eisini valið við 96 tingsessum.[1] Hin 16. oktober 2013 gjørdist hon forsætisráðharri Noregs, tá hon skipaði stjórn, sum er ein minnilutasamgonga millum Høgra og Fremskrittspartiet.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Aktuelt.fo, Noreg: Erna Solberg vann valið