Grandma's Basement
Appearance
Grandma's Basement er ein tónleikabólkur úr Klaksvík. Hann spælir rock og syngur á føroyskum. Klaksvíksbólkurin byrjaði, sum navnið eisini sipar til, í kjallarinum hja Ommu Thorvald, trummusláarinum. Grandma's Basement spælir sín egna tónleik, og sjangran er poppur/rokkur. Bólkurin spælir eisini coverløg, sum "All That Rain", osfr. Higartil hevur bólkurin spælt í Klaksvíkar Klubba (Club 700 nú), Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Summarfestivalinum, KÍ-høllini, Badmintonhøllini í Klaksvík og VB-húsinum í Vági. Bólkurin hevur eisini verið spældur í útvarpinum, og sangurin "Hon Fær Ongantíð Nokk" lá nr 1 á 15 Teimum Bestu í 6 vikur.
Manning
[rætta | rætta wikitekst]Limir í bólkinum:
- Jón Jacobsen, sangur
- Hans Andrias Jacobsen, gittar og sangur
- Rógvi Olsen, gittar og sangur
- Jóannes Viðbjørg, bassur
- Símun í Heimustovu, gittar og sangur
- Thorvald Danielsen, trummur
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- Planet Awards 2010 heiðursløn fyri Ársins sang, sum var "Hon fær ongantíð nokk"[1]