Fetlar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Fetlar
Fötilør
Shetland Fetlar locator.svg
Landalæra
Vídd 41 km²
Vatn - %
Umsiting
Land Flag hjá Hetland Hetland
Íbúgvalæra
Fólkatal 86 (2001)
Íbúgvatættleiki 2 /km²

Fetlar er ein av Norðoyggjunum í Hetlandi, tann triðstørsta av teimum. Hon er uml. 41 km² til støddar og í 2001 vóru íbúgvarnir 86 í tali.

Navnið er helst av piktiskum uppruna, men kann eisini vera norrønt "Fetaland" í týdninginum "fitilendi". Í einum dokumenti frá 1490 er oyggin nevnd "Fötilør", sipandi til at oyggin (sum nærum er í tveimum) er bundin saman av einum "fetli".
Hægsta punktið á oynni er Vord Hill (før. Varðaheygur) 158 m. Størsta bygdin ið er Houbie liggur sunnanvert á oynni.

Ferjusamband er frá Hamars Ness á Fetlar til Gutcher á Yell og til Belmont á Unst.

Miðskeiðis á oynni er flogvøllur.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]