Emil úr Lønneberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Emil úr Lønneberg eitur ein røð av barnabókmentum, sum svenski rithøvundin Astrid Lindgren skrivar. Bøkurnar um Emil eru týddar til heili 53 mál og eru seldar í 30 mió. eintøkum kring heimin. Í øðrum londum, eins og hjá okkum í Føroyum, eitur hann fyri tað mesta Emil, men í Týsklandi er hann kendur sum Michel og í Finnlandi sum Eemeli.

Tær tríggjar bøkurnar við søgum um Emil eru:

  • Emil í Lønnibergi - á svenskum í 1963 og fyrstu ferð á føroyskum í 1978.
  • Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd – á svenskum í 1966 og fyrstu ferð á føroyskum í 1996.
  • Enn livir Emil í Lønnibergi – á svenskum í 1970 og á føroyskum í 2022.

Bøkurnar um Emil í Lønnibergi eru eisini gjørdar til vælumtóktar filmar.