Eleftheria Arvanitaki
Eleftheria Arvanitaki (grikskt: Ελευθερία Αρβανιτάκη, fødd 17. oktober 1957 í Pireus) er ein griksk songkvinna. Hon er ættað av oynni Ikaria. 14. mars 2010 metti sjónvarpstøðin Alpha TV, at Arvanitaki var sætt besta songkvinnan í Grikkalandi síðan 1960.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Arvanitaki byrjaði sína lívsleið sum songkvinna í 1980, tá hon gjørdist partur av tónleikabólkinum "Opisthodromiki Kompania" / "Οπισθοδρομική Κομπανία" og í 1981 hevði hon sín fyrsta leiklut sum gestasangari á einari fløvu (CD), tað var fløvan hjá Vangelis Germanos, sum hevur heitið "Ta Barakia". Hon fór úr bólkinum og byrjaði sína solo lívsleið í august 1984 við fløvuni Eleftheria Arvanitaki. Í august 2004 luttók hon í endahátíðarhaldinum á Olympisku Leikunum í Athen. Hon hevur framført í ymiskum WOMAD og øðrum tónleikafestivalum. Í 2006 luttók hon í jólakonsertini "Frostroses" (Frostrósur) í Reykjavík, Ísland sum partur av einum bólki av songkvinnum sum nevndist "European Divas". Hinar "divurnar" vóru Sissel Kyrkjebø (Noreg), Eivør Pálsdóttir (Føroyar), Petula Clark (Stóra Bretland), Ragga Gisla (Ísland) og Patricia Bardon (Írland). Orsakað av at Arvanitaki hevur kontrakt við Universal Music Group's jazz label Verve Records, er tónleikur hennara blivin útgivin altjóða í ein ávísan mun. Verve hevur givið henni EmArcy label, sum er evropeiski jazz-armurin hjá Universal, hvørs fokus inniber at menna lokal evropeisk talent til ein altjóða kalibur. Hennara upptøkur eru fyri tað mesta framleiddar undir hennara heimsligu avtalu við Universal Music Greece. Hon er systkinabarn við heiðurløn vinnandi griksk-avstralska filmsmakaran Anthony Maras. Arvanitaki hevur vunnið MAD Video Music Awards prísin.[1]
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Ár | Heiti | Sertifikatión |
---|---|---|
1984 | Eleftheria Arvanitaki |
- |
1986 | Kontrabanto (Contraband) |
Platin |
1989 | Tanirama |
- |
1991 | Meno Ektos (Eg eri enn ein útstoytt) |
Gull |
1993 | I Nihta Katevainei (Náttin søkkur) |
- |
1994 | Ta Kormia Kai Ta Maheria (Kropparnir og knívarnir) |
Platin |
1996 | Tragoudia Gia Tous Mines (Sangir til mánaðarnar) |
Platin |
1998 | Ektos Programmatos (Uttan skrá) |
2x Platin |
2001 | Ekpobi (Sending) |
Gull |
2002 | Eleftheria Arvanitaki - Live |
Gull |
2004 | Ola Sto Fos (Alt fram í ljósið) |
Platin |
2006 | Grigora I Ora Perase (Tíðin gekk skjótt) |
Gull |
2008 | Kai Ta Matia Kai I Kardia (Bæði eyguni og hjartað) |
Gull |
2010 | Πρόσωπο με πρόσωπο Live στο "Stage" Andlit til andlits |
- Hon luttók eisini í fýra tónleikaútgávum saman við "Opisthodromiki Kompania".
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Books.Google.dk, Articles on Mad Video Music Awards Winners, Including: Ruslana, Anna Vissi, Despina Vandi, Eleftheria Arvanitaki, Elena Paparizou, Sarbel, Antonis Remos, Hi-5 (Greek Band), Nikos Karvelas, Peggy Zina, Tamta, Elli Kokkinou
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenn heimasíða hjá Eleftheriu Arnvanitaki
- Biografi (GR) frá music.net.cy