Dead Rising

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Dead Rising er eitt zombie-spæl til XBOX 360 sum kom út í september 2006. Tað var kunngjørt tá, at spælið eisini fór at vera útgivið til Nintendo Wii. Spælið til Wii kemur at eita Dead Rising: Chop Till You Drop. Myndir vísa at tað er í sama umhvørvi sum XBOX 360-spælið, men hevur verri grafikk, og færri zombies á skerminum.

Í spælinum er mann Frank West, ein myndafrásøgumaður sum leitar eftir einum scoop. Hetta hevur ført hann til ein lítlan bý (nevnt Willamette) í Colorado sum er fullur av zombies. Hann verður settur av av einari tyrlu, og er síðani fangaður í einum shoppingsentri.


Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]