Døgg Nónsgjógv
Døgg Nónsgjógv (fødd 26. mars 1996) er ein føroysk songkvinna. Hon er ættað Innan Glyvur og býr í løtuni á Argjum og arbeiðir sum hjálparfólk á dagstovninum í Hoyvík. Døgg sang í sjónvarpssendingini Likkulikkuleia, tá ið hon var fýra ára gomul og seinni vann hon eina talentkapping á Skála. Hon fór í gongd við at skriva sangir, tá ið hon var 12 ára gomul. Hon var bert 17-ára gomul, tá hon í mars 2013 framførdi egin løg í Norðurlandahúsinum saman við Hans Jacob Kollslíð í samband við stuðulskonsert, ið Berin skipaði fyri, tá framførdu Eivør og Hanus G. Johansen eisini. Berin er ein felagsskapur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin ella onkran annan, ið stendur teimum nær. Døgg misti pápa sín, Birgir Nónsgjógv, í november 2004, tá var hon bert 8 ára gomul.[1] Pápi Døgg gav út eina fløgu, Birgir og Jónsvein - Jacta est alea, ið merkir Terningarnir eru kastaðir. Fløgan kom tó ikki kom út fyrr enn eftir deyða hansara.
Døgg og Hans Jacob vóru gestir í útvarpsstovuni hjá Kringvarpi Føroya 3. mai 2013 í sendingini Góðan morgun Føroyar, har Rúni Jákupsson hevði samrøðu við tey.[2] Tey framførdu sangin "Tú tók mína hond", sum eisini var plettskotið hjá Kringvarpinum í viku 38 í 2013. Hon gav út tvey løg á iTunes í september 2013, tað vóru sangirnir Tú tók mína hond, sum er ein glaður kærleikssangur, og Tú ert hjá mær, sum er ein sangur, ið hon hevur skrivað til minnis um pápan.[3] Desember 2013 gav hon lagið, Nú er jól, út, ið eisini var plettskot hjá Kringvarpinum. Hin 9. oktober 2015 gav hon út sína fyrstu fløgu, ið ber heitið Nón og hevur 8 sangir. Tey fyrstu stakløgini, ið hon gav út Tú tók mína hond og Tú ert hjá mær eru við á fløguni. Heitið Nón vísir m.a. til fyrra partin av eftirnavninum hjá Døgg, og tað var eisini eftirnavnið hjá pápanum. Nónsgjógv er eitt staðarnavn úr Eysturoynni, av fjallinum Gráfelli, har ið man sær fram við Gjógv. Tá ið klokkan er trý, er nón, og tá sær sólin í gjónna frá november til mars. Sangurin Tú tók mína hond vann eina heiðursløn á FMA 2014 sum Ársins sangur í Pop/Rock bólkinum.
Døgg var gestur í útvarpsendingini Brunsj, har Eyðfinn Jensen prátaði við hana um fløguna. Døgg greiddi frá, at ein av sangunum, Túsundtals Ár, var ein, ið hon ikki hevði skrivað sjálv, men tað var ein sangur, ið pápi hennara hevði dámdað so væl, og sang hann ofta, meðan hann livdi. Talan var um ein sang hjá Una Arge, ið Døgg hevur fingið loyvi til at útgeva, har ið hon sjálv syngur. Á fløguni hjá Døgg er ein upptøka frá jólum 2003, har pápin spælir guitar, tikin við í sangin Túsundtals Ár.[4]
Tónleikaútgávur
[rætta | rætta wikitekst]Egnar útgávur
[rætta | rætta wikitekst]Egin stakløg á iTunes
[rætta | rætta wikitekst]- Tú tók mína hond, 2013
- Tú ert hjá mær, 2013
- Nú er jól, 2013
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - Vann virðisløn á Faroese Music Awards 2014 í popp-bólkinum - Ársins sangur fyri sangin Tú tók mína hond
- 2014 - Var tilnevnd sum Ársins nýggi bólkur/einstaklingur á Faroese Music Awards
- 2014 - Varð tilnevnd sum ársins songkvinna á Faroese Music Awards
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Berin.fo, síða 6, Við jólunum kemur saknurin". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-06-09. https://web.archive.org/web/20150609123535/http://berin.fo/Files/Filer/Berin/Sorgin-nivur-a-jolum.pdf. Heintað 2013-09-26.
- ↑ Kvf.fo, Góðan morgun Føroyar, Døgg Nónsgjógv beinleiðis í studio 5
- ↑ "Planet.fo, Døgg gjørt sang um at missa pápan sum 8 ára gomul". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-25. https://web.archive.org/web/20130925050344/http://planet.fo/grein/dogg_skrivadi_sum_8_ara_gomul_sang_um_at_missa_ppan. Heintað 2013-09-26.
- ↑ kvf.fo - Brunsj - Døgg Nónsgjógv vitjar í Brunsj