Eyðfinn Jensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eyðfinn Jensen er ein føroyskur tónleikari, sangskrivari, framleiðari[1] og miðlafólk. Síðan 2005 hevur hann starvast í Kringvarpi Føroya, har hann er tónleikasamskipari og stendur fyri sendingini Brunsj, har hann hevur samrøðu við føroyskar tónleikarar og onnur, hevur samrøðu við Niels Una Dam, sum einaferð um vikuna ummælir eina føroyska tónleikaútgávu. Eyðfinn var ein av stigtakarunum til at seta á stovn Faroese Music Awards, sum er eitt samstarv millum Kringvarpið, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið. Frá 2000 til 2005 starvaðist hann á MediaMusic ApS. Eyðfinn var umboðsmaður hjá føroyska gentubólkinum Faroe 5, sum var nógv frammi í seinna helmingi av 2000-árunum, tað vóru hann og Kári Jacobsen sum settu bólkin saman av fimm føroyskum gentum.[2] Eyðfinn hevur eisini roynt seg sum dómara í altjóða tónleikakappingum, hann var dómari til GBOB 2007 tónleikakappingina í Føroyum.[3]

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Er við á hesum útgávum[rætta | rætta wikitekst]

  • 1993 - Eyðfinn og Kári, Strok. Kassettuband, sum Eyðfinn Jensen og Kári Jacobsen góvu út saman.
  • 2003 - HB 100, sangirnir 12 og 13[4]
  • 2003 - Ung um aldamótið II, sangurin Tann einasta nummar 11 á DVD' ini syngja Frankie, Eyðfinn & Malan

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Fandalism.com[deyð leinkja]
  2. Nudlar.net
  3. planet.fo.webtestlink.com, 2 útlendskir og 3 føroyskir dómarar til GBOB[deyð leinkja]
  4. rateyourmusic.com, HB 100