Uni Arge
Uni Jógvansson Arge (f. 21. januar 1971) er føroyskur blaðmaður, fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikiar, hondbóltsleikari, tónleikari, tónasmiður, sangari og rithøvundur. Uni leikti 105 dystir fyri Kyndil og skeyt 693 mál.[1] Hann er næstformaður í Kyndli. Tá hann spældi fótbólt, so leikti hann øll árini í Føroyum við HB. Hann hevur eisini spælt uttanlanda, 1998-99 spældi hann við íslendska felagnum Leiftur, frá 1999 til 2000 spældi hann við danska felagnum Aarhus Fremad og í 2000 spældi hann við íslendska felagnum ÍA Akraness.
Innihaldsyvirlit |
A-landsliðs leikari í fótbólti [rætta]
Uni Arge hevur spælt 37 A-landsdystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1992-2002. Uni skoraði 8 mál fyri Føroyar í 37 landsdystum.[2]
Altjóða mál [rætta]
- Mál og úrslit hjá Føroyum verða víst fyrst.
| # | Dagur | Vøllur | Mótstøðulið | Mál | Úrslit | Kapping |
|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | 25. apríl 1993 | Tsirion Stadium, Limassol, Cyprus | 3-1 | 3-1 | 1994 WC Qualifying | |
| 2 | 4. september 1996 | Svangaskarð, Toftir | 2-6 | 2-6 | 1998 WC Qualifying | |
| 3 | 8. juni 1997 | Svangaskarð, Toftir | 1-0 | 2-1 | 1998 WC Qualifying | |
| 4 | 9. juni 1999 | Svangaskarð, Toftir | Fyrimynd:Land dáta Bosnia og Hersegovina | 1-1 | 2-2 | 2000 Euro qualifying |
| 5 | 9. juni 1999 | Svangaskarð, Toftir | Fyrimynd:Land dáta Bosnia og Hersegovina | 2-1 | 2-2 | 2000 Euro qualifying |
| 6 | 26. apríl 2000 | Rheinpark Stadion, Vaduz, Liktenstein | 1-0 | 1-0 | Vinardystur | |
| 7 | 3 september 2000 | Svangaskarð, Toftir | 1-2 | 2-2 | 2002 WC Qualifying | |
| 8 | 13 februar 2002 | Pafiako Stadium, Paphos, Kýpros | 1-0 | 1-0 | Vinardystur |
Útgávur [rætta]
Tónleikaútgávur [rætta]
Í oktober 2007 gav Uni út fløguna "Mitt í sjónum".
Í 2009 gav hann út fløguna Meldurtíð.
Bókaútgávur [rætta]
- 2004 - Komin er nú onnur øld - Forlagið Tjarnardeild gav út.[3]
- 2011 - Framtíðin kallar - Forlagið Sprotin gav út.[4]