Cristiano Ronaldo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Cristiano Ronaldo
Persónlig kunning
Fult navnCristiano Ronaldo dos Santos Aveiro
Føðingardagur (1985-02-05) 5. februar 1985 (aldur 39)
FøðistaðurFunchal, Madeira, Portugal
Hædd1,89 m (6 ft 2 12 in)[1]
PlássÁlopsleikari/Vongur
Kunning um feløg
Núverandi felag
Juventus
Nummar7
Ungdómsyrkisleið
1992–1995Andorinha
1995–1997Nacional
1997–2002Sporting CP
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2002–2003Sporting CP B2(0)
2002–2003Sporting CP25(3)
2003–2009Manchester United196(84)
2009–2018Real Madrid292(311)
2018–Juventus45(31)
Landslið
2001Portugal U159(7)
2001–2002Portugal U177(5)
2003Portugal U205(1)
2002–2003Portugal U2110(3)
2004Portugal U233(2)
2003–Portugal200(123)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 21. june 2023.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 17. november 2020

Cristiano Ronaldo dos Santos Aveiro (føddur 5. februar 1985) er portugisiskur fótbóltsleikari, sum spælir fyri italska felagið Juventus og fyri Portugal. Hann spældi fyri spanska La Liga felagið Real Madrid frá 2009 til 2018 og fyri Manchester United frá 2003 til 2009.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Ronaldo byrjaði sína fótbóltslívsleið sum ungdómsleikari í Nacional, og hansara sukse hjá Nacional, førdi til eitt skifti til høvuðsstaðarfelagið Sporting CP tvær fótbóltssesongir seinni. Stóra talentið hjá Ronaldo gjørdi at venjarin hjá Manchester United Alex Ferguson legði merki til hann og skrivaði undir kontrakt við tann tá 18-ára gamla portugisan fyri 12,24 milliónir £ summarið 2003. Komandi fótbóltsárið vann Ronaldo sítt fyrsta meistaraheiti í FA Cup og kláraði eisini at koma til EM 2004-finaluna við Portugal. Tað var eisini í sama EM endaspælinum, at hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál, tað var móti Grikkalandi í tí fyrsta dystinum í endaumfarinum, sum Portugal tó tapti 1-2. Á EM í fótbólti 2016 vann Ronaldo gull við Portugal, tá ið liðið vann 1-0 í finaluni móti Fraklandi, eftir longda leiktíð. Ronaldo spældi bert 25 minuttir av dystinum, tí hann bleiv skaddur og mátti berast út av vøllinum.

Í 2008 vann Ronaldo og restin av United-liðinum UEFA Champions League. Ronaldo varð kosin man of the match í finaluni. Seinni varð hann kosin sum FIFPro World Player of the Year[2] og FIFA World Player of the Year, samstundis við at hann gjørdist fyrsti Manchester United leikari í 40 ár, ið vann Ballon d'Or.[3] Í 2014, 2015 og 2016 vann hann aftur Ballon d'Or. kæmpe svin

Ronaldo í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Føroyar spældu landsdyst móti Portugal í HM-undakappingini til HM 2018. Í tí sambandi kom portugisiska landsliðið til Føroya at spæla landsdyst á Tórsvølli móti Føroyum, dysturin varð leiktur 10. oktober 2016. Millum leikararnar var Christiano Ronaldo. Nógv fólk var komið saman bæði vesturi í Vágum og uttanfyri Hotel Føroyar fyri at síggja stóru stjørnurnar, ið fáir mánaðir frammanundan høvdu vunnið EM í fótbólti, og serliga komu tey fyri at síggja Ronaldo, ið til tá hevði vunnið Ballon D'or heili tríggjar ferðir, og tveir mánaðir seinni vann heiður á fjórða sinni. Nógv børn og ung, men eisini vaksin, løgdu nógv fyri til tess at sleppa at síggja Ronaldo og teir og kanska fáa autograf ella selfie saman við honum. Undir sjálvum dystinum hendi nakað, ið ikki mátti henda. Meðan leikararnir gingu inn á vøllin fyri at spæla seinna hálvleik, rann ein drongur inn á vøllin, og tað eydnaðist honum at fáa eina selfie saman við Ronaldo. Vaktarmenn komu skjótt eftir honum og førdu hann út av stadionøkinum.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Cristiano Ronaldo (CR7)". Real Madrid. http://www.realmadrid.com/en/football/squad/cristiano-ronaldo-dos-santos. Heintað 22 March 2014. 
  2. Ronaldo named FIFPro World Player of the Year – Reuters, 27. oktober 2008
  3. Cristiano Ronaldo, Ballon d'Or 2008 – France Football, 1. december 2008
  4. Eghold, Sverri (10. oktober 2016). "Fekk selfie við Ronaldo á Tórsvølli". portal.fo. http://portal.fo/fekk+selfie+vid+ronaldo+a+torsvolli.html. Heintað 12. december 2016.