Chuck Berry
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Charles Edward Anderson "Chuck" Berry (føddur 18. oktober 1926 í St. Louis, Missouri) er ein amerikanskur rock & roll tónleikari, sangari og gittarleikari. Hann er í løtuni búsitandi í Ladue, Missouri. Millum hansara kendastu sangir eru "Maybellene" (1955), "Roll Over Beethoven" (1956), "Rock and Roll Music" (1957) og "Johnny B. Goode" (1958).
Hann stuðlaði Barack Obama (D) í 2008. Berry hevur sagt alment, at tað er stórt, at ein kann velja ein littan mann uttan nakran ampa. Hetta er ein "góð løta, ið allir íbúgvarnir í hesum landi skulu vera ernir av - ikki bara tey svørtu, men allir amerikanarar," segði hann við The Independent [1].