Christiansfeld kommuna
Appearance
Christiansfeld | |
---|---|
Høvuðsstaður | Christiansfeld |
Vídd | 211,37 km² |
Íbúgvar (2005) | 9.585 |
Borgarstjóri | Jørgen From |
Christiansfeld.dk |
Christiansfeld kommuna (danskt: Christiansfeld kommune), er ein kommuna í Sønderjyllands Amt í Danmark. Christiansfeld er í Suðurdanmark millum Kolding og Haderslev. Har búgva uml. 3,000 fólk. Christiansfeld er kendur fyri sína serstøku søgu og hunangskøkur. Herrnhutarnir stovnaðu Christiansfeld í 1773. Christian 7. bjóðaði teimum at byggja ein øðrvísi bý í Danmark. Herrnhutarnir komu úr Týsklandi og keyptu jørðina frá kongi. Herrnhutarnir høvdu ein einfaldan og symmetriskan byggistíl. Christiansfeld varð uppkallaður eftir konginum. 4. juli 2015 gjørdist Christiansfeld UNESCO heimsarvur. Ein UNESCO heimsarvur er stað, ið hevur so stórt virði, at tað eigur at verða varðveitt og sum hevur týdning fyri landsins søgu.