Carl Lewis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Carl Lewis á Save The World Awards í 2009.

Carl Lewis (føddur 1. juli 1961 í Alabama) vann níggju olympisk gullmerki í frælsum ítrótti og var níggju ferðir heimsmeistari í renning og longdarlopi. Lewis sleppur ikki at stilla upp til tingið í statinum New Jersey, sum hann hevði ætlað sær. Orsøkin er, at hann hevur ikki búð í statinum tey seinastu fýra árini, sum valreglurnar krevja. Lewis var annars komin á vallistan til undanvalið hjá demokratunum.

Carl Lewis vaks upp í New Jersey. Hann hevur átt hús har síðani 2005 og hevur arbeitt á einum studentaskúla síðani 2007. Men myndugleikarnir eru komnir eftir, at hann hevur goldið skatt í Kalifornia, og at hann var skrásettur har sum veljari til fyri stuttum. Harafturat eigur hann hús í Kalifornia og hevur fyritøku har.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið