Anton Tjekhov

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Anton Tjekhov

Anton Tjekhov (russ. Антон Павлович Чехов) (føddur 17. januar 1860 í Taganrog, deyður 2. juli 1904 í Badenweiler í Týsklandi) var ein russiskur rithøvundur, dramatikari og lækni. Hann verður mettur at vera ein av heimsins bestu stuttsøguhøvundum.[1] Hansara lívsleið sum dramatikari førdi til fýra klassikarar og hansara best umtóktu stuttsøgur eru høgt í metum av rithøvundum og ummælarum.[2] Hann starvaðist sum lækni størstapartin av yrkisleið síni. Hann tók soleiðis til í einum brævi til Aleksej Suvorin í 1888: heilivágurin er kona mín, meðan bókmentirnar eru mín hjákona.

Húsið í Taganrog har Tjekhov var føddur.

Hann varð føddur í havnabýnum Taganrog í Suðurrusslandi. Familja hansara hevði peningaligar trupulleikar og flutti til Moskva, og har megnaði Anton at sleppa at lesa til lækna á medisinska fakultetinum. Í 1884 varð hann útbúgvin lækni, men øll lestrarárini skrivaði hann ymiskt fyri at vinnan pening til familjuna. Hann byrjaði at starvast fyri tíðarritið Strekoza í 1879 og árið eftir skrivaði hann fyri fleiri tíðindabløð, eitt nú Sankta Pætursborg-dagblaðið Novosti dnja (Dagsins tíðindi), har hann skrivaði fleiri hundrað skemtiligar søgur. Hann hevði at byrja við ikki nakrar høgar ambisjónir við skrivingini, tað var ikki fyrr enn nøkur ár seinni, at ambisjónirnar mentist, og hann fór í holt við at skriva meira endurnýggjandi søgur. Fleiri síggja hann sum faðirin at nútíðar stuttsøguni. Hann brúkti teir innaru monologarnir, sum aðrir modernistiskir rithøvundar hava brúkt seinni, t.d. James Joyce. Í 1888 útgav hann sína fyrstu stuttu skaldsøgu, ”Steppen”, í einum bókmenta tíðarriti og seinni sama ár móttók hann Pusjkin-heiðurslønina.

Í 1901 giftist hann Olgu Knipper, sum var sjónleikarinna og var við til at framføra fleiri av sjónleikunum hjá Tjekhov. Í mai 1904 var Tjekhov deyðasjúkur av tuberlum. Hann og Olga fóru til eitt kurstað í Badenweiler í Týsklandi. Hann andaðist har 2. juli 1904.

Verk[rætta | rætta wikitekst]

Søgur (úrval)[rætta | rætta wikitekst]

Útg. Norskt/danskt heitið Upprunaheiti
1880 Brev til en vismann Письмо к учёному соседу
1883 En tjenestemanns død Смерть чиновника
1883 Albions datter Дочь Альбиона
1883 Den svenske tennstikken Шведская спичка
1883 Den tykke og den tynne Толстый и тонкий
1884 Kirurgi Хирургия
1884 En kameleon Хамелеон
1885 Kokkepikens bryllup Кухарка женится
1885 Forbryteren Злоумышленник
1885 Den siste mohikanerske Последняя могиканша
1885 Ålerusen Налим
1885 Jegeren Егерь
1885 Underoffiser Prisibijev Унтер Пришибеев
1886 Barn Детвора
1886 Korpiken Хористка
1886 Melankoli Тоска
1886 Vanka Ванька
1886 Anjuta Анюта
1886 Sjelemesse Панихида
1886 Heksen Ведьма
1886 Agafya Агафья
1886 Løgnen Житейская мелочь
1886 I retten В суде
1887 Fiender Враги
1887 I mørket Темнота
1887 Verotsjka Верочка
1887 Pædagogik (Hjemme) Дома
1887 Tyfus Тиф
1887 Volodja Володя
1887 Lykke Счастье
1887 Drama Драма
1887 Kysset Поцелуй
1887 Kasjtanka Каштанка
1888 Den som fikk sove Спать хочется
1888 Steppen Степь
1888 Skjønnheter Красавицы
1888 Navnedagsselskapet Именины
1888 Bare et nerveanfall Припадок
1889 En kjedelig historie Скучная история
1890 Gusiev Гусев
1891 Kvinneskjebner Бабы
1891 En tvekamp Дуэль
1891 I Moskva В Москве
1892 Gresshoppen Попрыгунья
1892 Naboer Соседи
1892 Sjette avdeling Палата № 6
1893 Rothschilds fiolin Скрипка Ротшильда
1893 Store Volodja og lille Volodja Володя большой и Володя маленький
1893 Den sorte munken Чёрный монах
1894 Morsmålslæreren Учитель словесности
1894 Studenten Студент
1895 Hvitpanne (eller Ulvinnen) Белолобый
1895 Ariadne Ариадна
1895 Mordet Убийство
1895 Med Anna om halsen Анна на шее
1896 Huset med arken Дом с мезонином
1896 Mitt liv Моя жизнь
1897 På hjemveien На подводе
1897 Bønder Мужики
1898 Kjære lille venn Душечка
1898 Ionytsj Ионыч
1898 Mannen i penalet Человек в футляре
1898 Stikkelsbær Крыжовник
1898 Om kjærlighet О любви
1899 Damen med hunden Дама с собачкой
1899 I dalbunnen В овраге
1899 Til jul На святках
1902 Biskopen Архиерей
1903 Forlovet Невеста

Sjónleikir[rætta | rætta wikitekst]

Sena úr Onkel Vanja, 1945
Mynd: Abraham Pisarek
Senur úr Måken, Moskva Maly teatr («Lítla teatur») 2008
Mynd: Зимин Василий Геннадиевич
  • 1878 (?): Den verdiløse fyren Platonov (enakter, eisini Faderløs; russ. Безотцовщина)
  • 1886: Om Tobakkens skadelige virkninger (enakters monologur; russ. вреде табака)
  • 1886: Svanesang (dramatiskt studie í einari akt; russ. Лебединая песня)
  • 1887: Ivanov (drama, upprunaliga «skemtileikur», í fýra aktum; russ. Иванов)
  • 1888: Bjørnen (farsa, enakter; russ. Медведь)
  • 1888: Frieriet (farsa, enakter; russ. Предложение)
  • 1889: Tatjana Repina (drama, enakter; russ. Татьяна Репина)
  • 1889: Tragiker mot sin vilje (farsa, enakter; russ. Трагик поневоле)
  • 1889: Bryllupet (scene í einari akt; russ. Свадьба)
  • 1889: Skogtrollet (skemtileikur í fýra aktum; russ. Леший)
  • 1891: Jubileet (farsa, enakter; russ. Юбилей)
  • 1895: Måken (skemtileikur í fýra aktum; russ. Чайка)
  • 1896: Onkel Vanja (senur úr bygdalívinum í fýra aktum; nógv umarbeitt versjón av Skogtrollet; russ. Дядя Ваня)
  • 1901: Tre søstre (drama í fýra aktum; russ. Три сестры)
  • 1903: Kirsebærhagen (skemtileikur í fýra aktum; russ. Вишнёвый сад)

Yrkisbókmentir[rætta | rætta wikitekst]

  • En reise til Sakhalin (1895):
    • 1890: Aus Sibirien (Aufzeichnungen; russ. Из Сибири)
    • 1893: Sakhalin-øya (ferðafrágreiðing; russ. Остров Сахалин)
  • Brøv

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. britannica.com
  2. "Greatest short story writer who ever lived." Raymond Carver (innleiðingin hjá Rosamund Bartlett til About Love and Other Stories, XX); "Quite probably. the best short-story writer ever." A Chekhov Lexicon, av William Boyd, The Guardian, 3 juli 2004. Heintað 16. februar 2007.