Jump to content

Alexander Fleming

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Alexander Fleming

Alexander Fleming (6. august 188111. mars 1955) vaks upp á einum skotskum garði, næstyngstur av 8 systkjum. Við arvaðum peningi hevði hann ráð til læknalestur, sum hann byrjaði uppá í 1901. Undir Fyrra heimsbardaga upplivdi hann trupulleikarnar við at lekja bruna hjá særdum hermonnum, og hann ynskti at framleiða ein heilivág við sama góða virkningi sum Salvarsan. Hetta eydnaðist honum, og í 1945 fekk Fleming saman við vísindamonnunum Florey og Chain Nobelheiðurslønina fyri at hava avdúkað grøðandi virkningin av penicillini. Tá Fleming í 1953 fekk lungnabruna, hjálptist hann sjálvur av penicillininum.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  • Hartmann-Petersen, Preben: Alexander Fleming og penicillinet. Polyteknisk forlag, 2006
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið