Akureyri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort av Ísland har Akureyri er merkt.

Akureyri er ein býur og kommuna í Íslandi. Har búgva umleið 17.500 fólk. Kommunan er fjórðstørst í Íslandi, næst eftir Reykjavík, Hafnarfjörður, og Kópavogur). Býurin við upplandi er næststørst í landinum, næst eftir Reykjavíkarøkinum. Akureyri liggur væl fyri inni í einum djúpum firði. Veðurlagið har sigst vera nógv betri enn aðra staðni í Íslandi, og av tí hava bæði trø og blómur nógv betri liviumstøður har. Havnin á Akureyri er sera týdningar­mikil, og har koma øll sløg av skipum árið runt.

Útferðarmøguleikar á Akureyri eru stak góðir. Har verður skipað fyri nógvum útferðum fyri ferðafólki, men í býnum eru eisini nógv støð, sum eru verd eina vitjan. Til dømis Matthias Jochumsson kirkja, hon er ógvuliga vøkur, og hevur tvey torn. Sigurhæðir, sum er forn-minnissavn Matthias Jochumssons, sum livdi frá 18351920, og sum yrkti tann íslendska tjóðsangin. Náttúrufræði­stofnum Norðurlands, har allir fuglar og allar plantur, sum eru í Íslandi eru at síggja. Lystigarðurin, sum er vakrasta lund í Íslandi, og sum hevur allan tann íslendska vøksturin at vísa. Hatta vóru bert nøkur, men fleiri onnur merkisverd støð eru eisini.

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál