Akbar Mikli

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Akbar

Jalaluldin Muhammed Akbar eisini kendur sum Akbar hin Stóri, føddur 15. oktober 1542 - deyður 27. oktober 1605, sonur Nasiruddin Humayun, sum hann yvirtók trúnuna eftir sum indiskur stórmogulur 1556-1605, sum er ein serstøk støða, sum vanliga verður mett sum størsti yvirharrin í stórríkinum.

Hann tók við áðrenn hann var komin til mann eftir at pápin, Humayun doyði, og var tey fyrstu árini undir verju av fyrstanum og generalinum Bairam Khan sum tryggjaði harradømi hjá mogulunum í Norðurindia við herferðum. Í 1562 yvirtók Akbar sjálvur stýrið eftir at hava tvungið Bairam frá maktini.

Sum einaræðisharri førdi Akbar ein ídnan politikk við at krevja lond, sum gjørdi mogulríkið til tað mest týðandi í menningin av India sum ríki. Við herferðum, sum eyðkendu tað mesta av hansara stjórnartíð, vann hann eitt nú Gujarat í 1572, Bengalin í 1574 og Kashmir í 1581, sum øll vóru sett undir hansara fyrisiting. Tá hann doyði, ráddu mogularnir yvir nærum helminginum av India.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]