Kashmir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort yvir Kashmir. Bæði Pakistan og India krevja hetta økið.

Kashmir (kasjmirskt[1]: कॅशीर) er eitt landaøki í Himaleia. Økið er umstrítt. Bæði Pakistan og India siga, at eiga rættin til Kashmir. Sunnari partur av Kashmir er í dag undir indiskum yvirræði, meðan norðari partur av Kashmir er undir pakistanskum yvirræði. Eitt øki á eystursíðuni av Kashmir er undir Kina.

Politiska støðan[rætta | rætta wikitekst]

Kashmirdalur

Tann sunnari partur, Jammu og Kashmir, er nú á døgum eitt stakríki í Norðurindia.[2] Stakríkið er 101.000 km² til støddar. Tann norðari partur av Kashmir, sum er 72.496 km² til støddar, eitur nú Gilgit-Baltistan og liggur í Pakistan. Fyrisitingarliga er hesin parturin ikki ein landslutur, men eitt serligt pakistanskt øki. Harafturat er fyri vestan eitt langt, smalt fjallalendi á marknaleiðini millum Pakistan og Kashmir, sum nevnist Asad Jammu og Kashmir. Hetta lendið er 11.639 km² til støddar og er fyrisitingarliga nú ein partur av Pakistan. Tað er tó ikki landslutur, men eisini eitt serligt øki. Og so krevur Kina á eystursíðuni av Kashmir rættin yvir Aksai Chin, sum er undir kinverskum yvirræði síðan 1962.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Himaleia.

Í vestara parti av Himmaleia er gamalt jalladømi, sum eitur Kashmir. Kashmir er mest sum bara fjallalendi við nøkrum breiðum fruktagóðum dølum upp ímillum. Tann fruktabesti dalurin eitur Kashmirdalurin. Dalurin er allur veltur langt niðan í fjøllini, og brekkurnar eru lagdar í tvørteigar. Teir velta t.d. vín, rís, bummull, mais, grønmeti og hveiti, sum teir veita vatn á í turrtíðini.

Í Kashmirdalinum stendur høvuðsstaðurin Shrinagar. Shrinagar er fornur handilsstaður og gitin fyri yndisligar urtagarðar. Fólkini í býnum hava frá fornari tíð livað nógv av handaverki, til dømis at knýta teppir, at veva silki og at gera lutir úr leiðri.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Tá ið Útsynningsásia fekk sjálvstýri í 1947, fóru Pakistan og India at klandrast um rættin til Kashmir. India helt, at teir áttu rættin til Kashmir, tí jallarnir av Kashmir høvdu frá fornari tíð verið hinduar. Pakistan segði, at teir áttu landið, tí meginparturin av fólkinum var muslimar, og tí at tær flestu áirnar, sum teir høvdu at veita út á velturnar niðri í dølunum, komu úr Kashmir.

Tá ið India varð býtt sundur í 1947, kom landsluturin Kashmir, har flestu fólk eru muslimar, undir India, har mesta fólkið er hinduar, ístaðin fyri islamska lýðveldið Pakistan, har tey flestu eru muslimar. Kríggj brast á, og landsluturin varð býttur ímillum tey bæði londini í 1949. Men fólkið í Kashmir vildi vera frælst, og i 1952 gjørdu teir landið til tjóðveldi. Tá brunnu teir saman, India og Pakistan, og India hersetti Kashmir.

Í 1965 brustu marknabardagar á ímillum Pakistan og India. Stríðið elvdi til altjóða spenning, tí at USA, Sovjetsamveldið og Kina høvdu politisk áhugamál í økinum, og tá ið Kina royndi at stuðla Pakistan, mótmæltu bæði Sovjetsamveldið og USA. Málið varð síðan skotið inn fyri ST at avgera. ST sendi herfólk at ansa eftir, inntil avgerð varð tikin. ST fekk partarnar at binda frið, og markið var óbroytt.

Í 1971 brast stríð á ímillum Pakistan og India um Kashmir. Í juni 1972 møttust báðir partar til friðarsamráðingar, fingu vápnahvíld í lag og samdust um, at India skuldi ráða yvir størra partinum av landslutinum [3]. Vápnahvíldarmarkið var ásett eftir Simlaavtaluni í 1972 ímillum Pakistan og India. Enn er ófriðarligt í Kashmir, tí India og Pakistan stríðast um øki [4].

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.fmn.fo/tungumal/tungumal.htm
  2. http://snl.no/Kashmir
  3. http://www.globalis.no/Konflikter/Kashmir
  4. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/in.html#Issues. Heintað 2011-07-06. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið