Æðukongur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Æðukongur
Somateria spectabilis -Central Park Zoo, New York, USA -male-8a.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Anseriformes
Familja: Anatidae
Ætt: Somateria
Slag: S. spectabilis

Æðukongur (frøðiheiti - Somateria spectabilis) er til støddar sum æða, ella heldur minni. Blikurin er enntá vakrari enn æðublikur. Nevið er fagurt reytt við einum høgum reyðgulum kjøli upp mót pannuni, vangarnir skyggja bjart grønir. Hálsur, herðar og bringa eru hvít; annars er hann mest svartur. Bøgan líkist nógv æðu. Æðukongur eigur einans í norðastu kuldalondum. Um veturin kann hann sløðast longur suður, sum til Suðurgrønlands og Íslands, sera sjaldan til Føroyar.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]