Zion's Quartet

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Um Zion's Quartet[rætta | rætta wikitekst]

Zion's Quartet Logo

Stovnað Í 2021 av Líggjas av Vollanum, Zion's Quartet er ein andaligur sangbólkur/quartet sum spælir country og aðrar líknandi andaligar tónar. Zion's Quartet hevur spælt í samkomum kring alt Føroyar, samt við í útvarpi og tónleika miðlum á alnótini (Spotify, Apple Music, o.s.fr.). Tónleika stílurin fevnir mest um andaligt country, 'southern gospel' og føroyskan fólkatónleik.

Um Zion's Quartet sbrt. Spotify vanga[rætta | rætta wikitekst]

Vit eru fýra ungir menn úr Kollafirði sum dáma væl at syngja og spæla tónleik. Allur tónleikur, sum kemur út á hendan Spotify vangan, er innspældur, miksaður og liðugt gjørdur av okkum fýra.

Vit byrjaðu at fáa eldhuga innan tónleik í fólkaskúlanum, tá morgunsangur var og sangløturnar vórðu hildnar og síðani tá hevur hendan kenslan bara vaksið. Aftaná fólkaskúlin endaði, hava vit funnið saman aftur og hava spælt nógvar andaligar sangir inn við íblástri frá bæði amerikanarum, so sum Bill Gaither, Gaither Vocal Band, Ernie Haase og føroyingum, sum vit øll kenna.

Limir í Zion's Quartet. Frá høgru til vinstru: Jóhan, Alexander, Sámuel og Líggjas. Myndin er tikin í 2023 til eina framførslu í Suðuroy.

Í kvartettini eru:

  • Tenor: Líggjas av Vollanum.
  • Ovari Bariton: Sámuel Johanessen.
  • Bariton: Alexander Hammer.
  • Bass: Jóhan á Dul.

Høvuðssangari broytist frá sangi til sangi.

Les upprunaliga Spotify vanga her.

Limir[rætta | rætta wikitekst]

Limir í bólkinum eru Líggjas av Vollanum, Jóhan á Dul, Sámuel Johanessen og Alexander Hammer.

Leiklutir[rætta | rætta wikitekst]

  • Líggjas av Vollanum:
    • Tenor sangari.
    • Yvirordnað sang innspæling, miksing og mastering.
  • Jóhan á Dul
    • Bass sangari.
    • Guitar og trummu innspæling.
  • Sámuel Johanessen
    • Tenor/Bariton sangari.
  • Alexander Hammer
    • Bass/Bariton sangari.
    • Bass innspæling.

Album og stakløg[rætta | rætta wikitekst]

Fyrsta almenna staklag (Hide Thou Me) hjá Zion's quartet kom út í 2023. Orð og lag eiga Theo Harris og L. R. Tolbert.

Lurta her: Hide Thou Me (2023)

Seinna staklag (Gjøgnum Alt) kom út í 2024. Orð og lag eigur Andraé Crouch.

Lurta her: Gjøgnum Alt (2024)

Miðlar[rætta | rætta wikitekst]

Spotify

Apple Music

Youtube

Amazon Music